info
Ongi úrslit

Nú er tað alment: Elias fer til Aalborg

Aalborg Håndbold hevur nú staðfest, at Elias Ellefsen á Skipagøtu skiftir úr THW Kiel til danska meistarafelagið summarið 2027.

Eirikur Lindenskov
29. september 2026 kl. 10:36

Leysasøgurnar hava gingið í fleiri vikur, men nú er skiftið alment. Aalborg Håndbold boðar frá, at 24 ára gamli hoyvíkingurin kemur til felagið á fríari flyting, tá sáttmáli hansara við týska stórfelagið THW Kiel gongur út næsta summar.

– Við Eliasi fáa vit ein spælara í heimsflokki, sum seinastu árini hevur verið ein lyklaspælari bæði í THW Kiel og á føroyska landsliðnum, sigur Martin Larsen, liðleiðari hjá Aalborg Håndbold.

Hann nevnir serliga teknikkin, spælfatanina og evnini hjá Eliasi at vinna nærdystir. Eisini hevur føroyingurin fleiri ferðir víst, at hann torir at taka ábyrgd, tá dystir skulu avgerast, sigur Martin Larsen.

Elias sigur sjálvur, at Aalborg var hansara fyrsti prioritetur, tá møguleikin fyri einum skifti tók seg upp. Málið hjá felagnum um at vinna Champions League hevur eisini havt týdning fyri avgerðina.

– Eg gleði meg at verða partur av einum spennandi hópi og vóni at kunna hjálpa felagnum at vinna fleiri heiti, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu.

Elias spældi við H71, áðrenn hann fór til svenska IK Sävehof í 2020. Í 2023 skifti hann til THW Kiel. Í 2024 varð hann kosin »Young Male Player of the Year« av altjóða hondbóltssambandinum, IHF.

Farna kappingarár gjørdist hann toppskjútti hjá THW Kiel við 150 málum í 22 dystum í týsku Bundesliguni.

 

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

Í gjár kl. 23:01

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Spitsbergen kom kortini á Havnina

21 minuttir síðan
Tíðindi

Blómuhav mitt í heims­ins turr­astu oyði­mørk

1 tími síðan
Tíðindi

Deyðadømdur: Leyslatin eftir 41 ár

1 tími síðan
Tíðindi

Pallborðskjak í kvøld

1 tími síðan
Tíðindi

Barnaverkætlanin í Vági kann gerast varandi

1 tími síðan
Tíðindi

Karlamagnusarbreyt – hvussu nógv skal byggjast, áðrenn tit lurta?

1 tími síðan
Hondbóltur

EM: Undansølan til Føroyar-Kosovo byrjar mánadagin 5. oktober

2 tímar síðan
Tíðindi

Hjalmar Han­sen kann ikki úti­loka upp­sagn­ir í nýggja stovninum

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýtt sertilboð lat upp í Klaksvík

2 tímar síðan
Tíðindi

Sunda komm­una kann fáa eyka­rokn­ing upp á seks milliónir

2 tímar síðan
Tíðindi

Fullur maður fekk bót fyri at órógva í býnum

3 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri stór mál á tingfundinum í dag

3 tímar síðan