info
Ongi úrslit

Dizzy Mizz Lizzy á Voxbotn

Gleð teg til ársins konsertdag 25. juni 2022, tí tá verður eitt satt rokkbrak á Okkara Voxbotn, tá navnframu Dizzy Mizz Lizzy trína á pallin. 

Eirikur Lindenskov
29. november 2021 kl. 10:34

Tíðindaskriv: 

Danska rokktrioin, sum legði ríkið fyri sínar føtur í 90´unum, eigur eitt heilt serligt pláss í hjartanum á mongum føroyingi. Trioin gav út plátuna Dizzy Mizz Lizzy í 1994, og hon streyk upp á tónleikatindarnar alt fyri eitt. Útgávan var serstøk, tí hon var á tremur við hittum. Danskur tónleikur hevði brádliga fingið eitt nýtt, rátt og melodiskt úttrykk, sum øll tóku til sín. Dizzy Mizz Lizzy var uttan iva heitasta navnið á øllum festivalum í ríkinum miðskeiðis í 90´unum.

Waterline, Silverflame, Barbedwired Baby´s Dream og Live is a Loser´s Game eru bara nøkur av hittunum av fyrstu útgávuni hjá Dizzy Mizz Lizzy.

Bólkurin gav út útgávuna Rotator í 1996, og eisini hon stóð seg ómetaliga væl. Í 1998 gjørdu teir tríggir Tim Christensen, Martin Nielsen og Søren Friis av at fara hvør til sítt. Bólkurin var kvirrur til 2009, tá teir aftur gjørdu eina konsertferð saman. Nú tendraði í aftur, og í 2014 varð kunngjørt at bólkurin nú aftur var virkin. Og nú eru teir ávegis til Føroya.

Frammanundan er greitt, at Hugorm og Tungewaag eisini fara at framføra á Okkara Voxbotn 25. juni 2022.

Keyp atgongumerki beinanvegin, tí vit vænta, at tað verður totalt útselt. Atgongumerki fáast í forsølu fyri kr. 695 á ebillett.fo

Okkara Voxbotn 2022 í samstarvi við Effo, Atlantic Airways, SMS, BankNordik, Posta, Eta, Bilrøkt, Okkara, Power, Sisu og Nema 

 

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

Í gjár kl. 23:18

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

Í gjár kl. 17:48

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Metir Demokratarnar vinna meirilutan í Umboðsmannatinginum

27 minuttir síðan
Tíðindi

Republikan­ar­ar missa senat­ssess í North Carolina

30 minuttir síðan
Fótbóltur

EFL valdi Geza á vikuliðið

2 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: Bayern vann stórdystin og United fekk loksins ein sigur

3 tímar síðan
Tíðindi

Setur spurnar­tekin við drúgvu frið­ing­ina á Føroya­banka

3 tímar síðan
Hondbóltur

Marita vann á Mariu í bestu donsku hondbóltsdeildini

4 tímar síðan
Tíðindi

Kann Invest in Denmark hjálpa Føroyum at fáa íløgur?

4 tímar síðan
Tíðindi

Spanski sam­ferðslu­ráð­harrin fer frá eftir tok­vanlukkur

5 tímar síðan
Tíðindi

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

6 tímar síðan
Tíðindi

Heystveðrið sæst aftur í elframleiðsluni

7 tímar síðan
Tíðindi

Grønlendska tingið samtykt verjuavtaluna við USA

7 tímar síðan
Lesarabrøv

Onki Merki – Onki “Tú altfagra land mítt” til OL í Los Angeles í 2028

7 tímar síðan