info
Ongi úrslit

Dragan Brljevic nýggjur kvinnulandsliðsvenjari

Hondbóltssambandið hevur sett Dragan Brljevic sum landsliðsvenjara hjá A-landsliðnum hjá kvinnum. Sáttmálin er galdandi fram til juli 2022

Tróndur Arge
15. oktober 2020 kl. 17:36
Hondbóltssambandið hevur sett Dragan Brljevic sum landsliðsvenjara hjá A-landsliðnum hjá kvinnum. Sáttmálin er galdandi fram til juli 2022, skrivar hsf.fo. Dragan Brljevic er 56 ár og er úr Kroatia. Dragan Brljevic hevur í mong ár búð í Svøríki, har  hann upprunaliga kom sum elituspælari. Síðani 2010 hevur hann staðið á odda fyri liðnum LUGI í bestu svensku kvinnudeildini. Í 2013 og 2017 gjørdist Dragan Brljevic ársins venjari í svensku kvinnudeildini. Dragan hevur bæði svenskar og kroatiskar venjaraútbúgvingar. Hann gjørdist liðugur við sína EHF Master Coach-útbúgving í summar. Dragan er komin til Føroya sum venjari hjá besta mans- og kvinnuliðnum hjá Kyndli. – Eg havi havt møguleikan at síggja flestu kvinnuleikararnir í dysti og eg síggi stórar menningarmøguleikar í teimum. Eg gleði meg til eina spennandi uppgávu og fara vit serliga at leggja dent á einstaklingamenning. Vit koma at arbeiða langskygt og eg gleði meg til fyrstu venjingarnar, sigur Dragan Brljevic við heimasíðuna hjá HSF, har Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, eisini fegnast um nýggja sáttmálan. –  Dragan hevur verið stutt í Føroyum, men hava dygdir hansara longu verið eyðsýndar. Dragan hevur góðar og drúgvar royndir og eru hugsarnir hansara um hondbólt og menning í trá við okkara hugsjónir í HSF, sigur Gunn Ellefsen. Dragan Brljevic byrjar í starvinum 1. november ella so skjótt arbeiðsloyvið er komið uppá pláss. Kvinnulandsliðið skal spæla HM-undankapping 4. – 5. desember móti ávikavist Sveis og Hvítarusslandi. Dystirnir verða í Minsk í Hvítarusslandi.

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Annika og liðfelagarnir vunnu annan dystin á rað

10 minuttir síðan
Tíðindi

Trump heiðraði Musk: – Thomas Edison í okkara tíð

5 tímar síðan
Hondbóltur

European League: Jóhan var toppskjútti í heimasigri hjá Skanderborg-Aarhus

6 tímar síðan
Tíðindi

Styrkja samstarvið millum maritimu skúlarnar

6 tímar síðan
Tíðindi

Amerikanska stjórnin: Øll skulu kunna síggja avrættingina

7 tímar síðan
Tíðindi

Fjórði fundurin í felagsnevndini hjá ES og Føroyum um Horizon Europe

7 tímar síðan
Lesarabrøv

Nú er at smíða meðan jarnið er heitt

7 tímar síðan
Tíðindi

Tórsgøta stongd sunnudagin 11. oktober

7 tímar síðan
Tíðindi

Ummæli: Fólk og dólgar í Kardamummubýi - Pisa dreingirnir sleppa til orðanna

8 tímar síðan
Tíðindi

Dólgarnir tosa nú føroyskt á filmi

8 tímar síðan
Tíðindi

35 nýggj barnagarðspláss í Baldursbrá

8 tímar síðan
Tíðindi

Nú er framsýningin í Gamla skúla pakkað niður

8 tímar síðan