Gadi Eisenkot og ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hittust í dag at tosa um møguleikan at skipa stjórn tvørtur um politisku veingirnar.
Sambært keldum hjá ísraelska blaðnum Haaretz fer Eisenkot nú at leggja dent á samráðingarnar við flokkarnar í sínum egna veingi. Hann útilokar tó ikki, at Netanyahu kann koma upp í eina stjórn seinni.
Í einari felags fráboðan siga flokkurin hjá Eisenkot, Yashar, og flokkurin hjá Netanyahu, Likud, at báðir partar royndu at finna felags grund í málum, har stór ósemja er. Tað skrivar tíðindastovan AFP.
Netanyahu skjeyt upp at skiftast um starvið
Í gjárkvøldið segði Netanyahu seg vera til reiðar at gera eina avtalu, har hann og Eisenkot skiftast um at vera forsætisráðharri. Sambært uppskotinum skuldi Eisenkot sita fyrst. Eftir fráboðanina varð Netanyahu boðin til fundar við Eisenkot í dag.
Netanyahu hevur verið forsætisráðharri síðani 2022 og situr framvegis, til ein nýggjur forsætisráðharri er útnevndur.
Arabiskir flokkar mæla til Eisenkot
Eisenkot fekk fyrr í november sum tann fyrsti uppgávuna at royna at skipa stjórn eftir tjóðartingsvalið 27. oktober. Freistin er 6. desember, men hann hevur møguleika at leingja hana í 14 dagar.
Í Knesset eru 120 sessir, og 61 krevjast til meiriluta. Likud og hinir flokkarnir á høgraveinginum fingu 53 sessir, meðan veingurin hjá Eisenkot fekk 48.
Arabisku flokkarnir Ra’am og Felagslistin, sum standa uttan fyri báðar veingirnar, fingu tilsamans 19 sessir. Báðir hava mælt til, at Eisenkot verður forsætisráðharri.
Ritzau / AFP / Haaretz