Tórshavnar kommuna hevur kunngjørt nýggju gjøldini fyri eldratænastur í 2027.
Lægsta mánaðargjaldið fyri eitt fast búpláss á ellis- og røktarheimi ella eldrasambýli hækkar úr 8.951 upp í 9.193 krónur.
Hægsta gjaldið hækkar úr 16.575 upp í 17.024 krónur um mánaðin.
Talan er sostatt um eina hækking á umleið 2,7 prosent.
Gjaldið verður ásett eftir inntøkuni hjá búfólkinum. Fólkapensjón, fyritíðarpensjón og Samhaldsfasti verða ikki roknað upp í inntøkugrundarlagið.
Broytingarnar vórðu samtyktar á býráðsfundi 19. november eftir einum felags leisti hjá Kommunufelagnum.
Búfólkini fáa skrivliga kunning um nýggju gjøldini.