Soleiðis skrivaði norska heimasíðan, Kystmagasinet, herfyri, og greinin bygdi á eina samrøðu við vinnuráðgevan hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum er Øssur M. Dalbúð.
Meðan norskar og íslendskar fyritøkur kunnu selja sínar fiskavørur undir góðum treytum, verða føroyskir útflytarar álagdir høgan toll á fleiri marknaðum.
- Hetta ger føroyska fiskin dýrari og truplari at selja, ávarar Øssur M. Dalbúð, í samrøðuni.
Eitt týðandi dømi er Suðurkorea, sum innflytir stórar nøgdir av makreli og laksi. Meðan norskur makrelur og laksur sleppa tollfrítt inn í landið, verður heilur, feskur laksur og makrelur úr Føroyum álagdur 20 prosent í tolli.
- Úrslitið er, at føroyski útflutningurin til Suðurkorea er so gott sum eingin, veit heimasíðan at siga.
Samstundis vísir gongdin í Russlandi, hvussu skjótt treytirnar á einum marknaði kunnu broytast.
Eftir russisku innrásina í Ukraina í februar 2022 er føroyski útflutningurin til Russlands minkaður munandi, og í dag verður næstan eingin laksur útfluttur tann vegin.
Øssur M. Dalbúð heldur, at Føroyar mugu hava so nógvar dyr opnar út á marknaðin sum gjørligt.
- Hetta ger okkum minni viðbrekin, um trupulleikar stinga seg upp á einum ávísum marknaði, sigur føroyski vinnuráðgevin við Kystmagasinet.