info
Ongi úrslit

Varð sogin inn í motorin og læt lív

- Ferðafólk í flogfarinum og starvsfólk við flogvøllin sóu ræðuligu hendingina, og tey siga, at her var bæði larmur og roykur.

Vilmund Jacobsen
30. mai 2024 kl. 00:19

Í dag endaði ein persónur inni í einum jetmotori á einum flogfari, sum skuldi flúgva úr Schiphol nærindis Amsterdam í Niðurlondum til Billund á Jútlandi.

Persónurin læt lív í ógvusligu hendingini, og tað vóru fleiri, sum sóu tilburðin.

Flogvøllurin skrivaði um hendingina á X, fyrrverandi Twitter, og her verður sagt, at tankarnir eru hjá teimum avvarðandi, ferðafólkum og starvsfólkum, sum gjørdust partur av hesum.

Øll ferðafólk og starvsfólk fóru beinanvegin úr flogfarinum, og hond er tikin um tey, leggur flogvøllurin aftrat.

Sambært niðurlendsku ávísini, De Telegraaf, er ógreitt, um persónurin, sum læt lív inni í motorinum, var ferðafólk ella starvsfólk á flogvøllinum.

Sagt verður, at bæði ferðafólk í flogfarinum og starvsfólk við flogvøllin sóu hendingina, og tey siga, at her var bæði nógvur larmur og roykur.

Tað er hent áður, at fólk eru sogin inn í jetmotorin á einum flogfari, og tá slík hendir, er vónirnar um bjarging neyvan stórar.

 

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

20 tímar síðan

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

Í gjár kl. 17:48

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Heystveðrið sæst aftur í elframleiðsluni

33 minuttir síðan
Tíðindi

Grønlendska tingið samtykt verjuavtaluna við USA

33 minuttir síðan
Lesarabrøv

Onki Merki – Onki “Tú altfagra land mítt” til OL í Los Angeles í 2028

37 minuttir síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

1 tími síðan
Tíðindi

Málini móti Bakkafrosti eru fyrnd

1 tími síðan
Tíðindi

Trump sigur seg steðga milli­arda­stuðli­num til Ísraels

1 tími síðan
Hondbóltur

Eingin søla við dyrnar

1 tími síðan
Tíðindi

Markleys Útbúgving størri enn nakrantíð

3 tímar síðan
Tíðindi

USA velur: Valdið hjá Trump stendur upp á spæl

3 tímar síðan
Tíðindi

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

5 tímar síðan
Hondbóltur

EM: Føroyar hava eina óvanliga stóra favorittstøðu

5 tímar síðan
Tíðindi

Elisabeth Petersen vann bilin

5 tímar síðan