Í løtuni fiska átta frystilínuskip í føroyskum sjógvi. Veiðan er ein blandingur av hýsu, toski og so nakað av longu og brosmu.
- Eitt frystilínuskip fiskar svartkalva í Eysturgrønlandi, og eitt fiskar tosk á Flemish Kap, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.
Lagt verður aftrat, at ísfiskalínuskipið er norðanfyri. Teir fáa mest av hýsu og nakað av toski og koma inn at landa síðst í vikuni.
Streymurin verður góður tað mesta av næstu viku, men veðrið verður ivasamt til útróður.
- So vit vænta ikki nógvan útróður í næstu viku. Útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.