Umleið klokkan 19 í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at ein maður skuldi hava blottað seg í einum svimjihylinum í Gundadali í Havn.
Løgreglan tosaði við fólk á staðnum og tók ein mann við sær.
Maðurin er skuldsettur í málinum. Hann noktar seg sekan.
Løgreglan fekk eisini fráboðan um eitt arbeiðsóhapp í Miðvági í gjár.
Ein timburmaður meiddi sær økslina, tá hann datt niður gjøgnum ein arbeiðspall.