info
Ongi úrslit

NOY – festarin í Kollafirði fær ikki eina krónu!

Í útvarpstíðindinum í kvøld kl.18:00 var lagt upp til annan part í spenningsrøðini um korrupta bóndan í Kollafirði og ógegniga bóndasonin. Ein søga, ið KVF sær meira virði í at halda á lívi enn at bera fram fakta og tey sannindi, ið eru í málinum.

Bergur Robert Dam Jensen
16. oktober 2026 kl. 00:28

FAKTA ER:

Týsdagin 19. desember 2023, undirskrivar bóndin á Sjóvargarði í Kollafirði avtalu við borgarstjóran í Tórshavnar Kommunu, at kommunan keypir lendið oman fyri Ítrottarhøllina (Innibøur). Hetta er í trá við stóru útstykkingarætlanina, ið var samtykt á Føroya Løgtingi í 2002. Vit tosa um bústaðareindir upp ímóti teimum 150. Afturat kemur so ein lítil partur av Norðreki uppí. Hetta var ætlað til avmarkaða plássið í miðstaðnum til væntaðu kjarnutænasturnar í økinum. Á hesum økinum stendur eitt seyðhús hjá festinum. Talan er um gamlan veltan bø, sum eisini verður brúktur til árliga slátturin. Grundarlagið undir vetrarfóðrinum á festinum.

Í avtaluni stendur:

– at kommunan rindar Búnaðargrunninum fyri lendið.

– Seyðhúsið verður tikið og nýtt sett upp í staðin.

– Lógin krevur afturat at kommunan letur festinum endurgjald fyri mist grasbit.

– Kommunan skal eisini hegna økið av, so greiður skilnaður er millum kommunalt og landbúnaðarøkið.

Sostatt frásegði festarin sær ræðisrættin av økinum, í tí løtu undirskriftin var fest á blað.

Tað er landið, ið eigur festið á Sjóvargarði, og tað er landið, ið ger og smíðar lógirnar. Hendan avtalan er onki øðrvísi enn aðrar líknandi avtalur í samband við keyp og sølu av almennum festilendi.

Allir festarar hava skyldu at umsita lendið fyri landið. Í føri av sølu av lendi, skal festarin vera tilvitaður um, hvat ávirkan og árin verða av slíkum inntrivi. Hetta skal festarin tryggja verður tikið við í samráðingunum. Hetta eru krøv, ið framganga í festibrøvunum beinleiðis.

Tá so útvarpsverturin Jógvan Skeel Nolsøe sigur í innslagnum í kvøld, at “Tórshavnar Kommuna kann koma at rinda festaranum í Norðrekinum góðar 3 milliónir í endurgjaldi”, so er hetta beinleiðis ósatt og langt úti at koma við, av okkara almenna tíðindamiðli.

Sannleikin er at:

– Landið fær peningin fyri lendið

– Festið, sum landið eigur, fær eitt seyðhús fyri seyðhús, sum verður tikið í samband intrivið.

– Festið hjá landinum fær endurrindað upphædd eftir galdandi lóg fyri mist grasbit.

Hetta er avtalan, og hon er gjørd fyri skjótt trimum árum síðani.

Hetta kundi KVF upplýst, men ístaðin heldur man fram at stuðla einum uppdiktaðum uppáhaldi. Styrkir seg við at siga, at skjøl, ið KVF hevur fingið innlit í, staðfesta hetta.

Skjølini staðfesta ikki at bóndin fær eina einastu krónu. Tað er landið, ið fær tað, ið verður latið fyri alt tað, ið festið missur. Uppgávan hjá festaranum er so at umsita festið eftir nýggju umstøðunum. Tann dagin festarin fer frá, eigur hann onki og eigur heldur onki meðan hann situr við festinum.

Eldradepilin er samtyktur í býráðnum at skula flytast í Norðreki, har kommunan er eigari. At umsitingin skal koma aftur við eini heildarætlan fyri økið alt fyri eitt. Tí var hetta eitt stórt gjøgnumbrot. Men í staðin at útinna býráðssins avgerð, velur borgarstjórin at steðga avgerðini. Sum ein gísli uttan fyri allar rættarskipan

Eg kann ikki góðtaka, at Kollafjørður saman við útjaðaranum ferð eftir ferð, verður hildin niðri.

Tað hevur verði øllum greitt, at hendan samgongan skuldi raðfesta útjaðaran í kommununi. Men tá ið orðini ikki avspegla veruleikan, so er man ofta uppat mørkum fyri at fáa flutt nakað ein ella annan vegin. Hetta hevur mest verið mín leiklutur sum býráðspolitikari.

Eg kann bara staðfesta, at takksemi fyri at hava fingið harða húð við í vøggugávu veruliga er komið til sín rætt, tí hesin áhaldandi ágangurin tykist at spretta úr øllum øðrum, enn hvat gott er.

Bergur Robert Dam Jensen

Býráðslimur

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

17 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

Í gjár kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Trygvi og liðfelagarnir máttu lúta fyri Afturelding

1 tími síðan
Fótbóltur

Øll úrslitini frá Europa League og Conference League

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggjur sangur frá bólkinum Ekkaleys

2 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá landsliðsliðskiparanum var fyri fyrsta stigamissinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Heiður til ungan LGBT+ drong

3 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: Liðini hjá Hákuni og Jóhan vunnu á útivølli

3 tímar síðan
Fótbóltur

Martin og Áki vóru við til at vinna søguligan sigur hjá Mjällby

3 tímar síðan
Tíðindi

Yvirlýsing frá friðarrørsluni: Raðfesti friðarmentan heldur enn krígsmentan,

4 tímar síðan
Hondbóltur

Pauli og liðfelagarnir leiktu aftur javnt 29-29 í kvøld

4 tímar síðan
Tíðindi

Filmisk styrki í Kringvarpinum

4 tímar síðan
Hondbóltur

Elias gjørdi góðan mun hjá THW Kiel seinastu løtuna av dystinum

5 tímar síðan
Tíðindi

Fimm starvsdagar á Býarbókasavninum í Havn

5 tímar síðan