Hartil kemur so at tað ofta er nokkso ringt at finna parkeringspláss í býnum, so tað verður avgjørt, at framyvir sleppa bert nakrir útvaldir bilar at parkera í býnum, m.a. tín bilur. Við tínum bili og nummarplátu er tað sostatt møguligt at parkera í býnum.
Tað merkir eisini, at tann gamli bilurin tú keypti knappliga er vorðin rættiliga nógv verdur, tí man við honum sleppur framat einum av teimum avmarkaðu parkeringsplássunum í býnum. Hann gevur altso atgongd til nakað, sum er avmarkað og virðismikið, og sum onnur ikki hava atgongd til.
Tú gert tí av at selja bilin. Onnur vilja rinda nógv fyri avmarkaðu atgongdina til parkering, sum fæst við í keypinum av tínum bili, so nógv at onkur bjóðar 250.000 og upp til 300.000 krónur fyri brúkta bilin, ella rættari sagt, fyri rættindini at parkera í býnum sum hoyra við í keypinum.
Frá parkeringsplássi til skipasølu (sølu av fiskirættindum)
Skift nú bilin út við eitt føroyskt fiskiskip, t.d. Birita TN 132 sum varð keypt fyri 65 mió. kr í 2021 og sum tað nú frættist er seld fyri nettupp millum 250-300 mió. kr.
Hetta er ca. sama dømi sum við parkeringsplássinum. Skipið hækkar í virði, m.a. tí tað fær atgongd til nøkur virðismikil fiskirættindi, tá ið tað kemur í føroyska flotan. Tá ið skipið verður selt, avspeglar søluprísurin sostatt væntaða virðið av at hava atgongd til avmarkaðu fiskirættindini.
Tað merkir at hóast samfelagið skal eitast at eiga føroysku fiskastovnarnar, síggja vit við eini sovorðnari skipasølu, júst sum við parkeringsplássinum, at stórur partur av tilfeingisvirðinum (virðið av fiskirættindunum) endar við at fara í privatar lummar.
Sovorðnar skipasølur gera tað sostatt torførari hjá landinum at krevja tilfeingisleiguna inn, tí partur av tilfeingisvirðinum longu er goldin til seljaran av rættindunum, og harvið endaður á privatum hondum í staðin fyri hjá vanliga borgaranum.
Hvussu fáa vit so tilfeingisleiguna inn, um partur av henni longu er endaður á privatum hondum?
Her skulu vit minnast til, at virðið av rættindunum broytist frá ári til ár. Er fiskaprísurin t.d. høgur, so hækkar virðið av fiskirættindunum og øvugt, um prísurin lækkar.
Tí er tað relevant at fáa mett virðið av fiskirættindunum regluliga, t.d. ígjøgnum uppboðsølu av rættindunum. Eru rættindini nógv verd, bjóða aktørar hvønn annan upp, og verður hægra virðið sostatt eisini avspeglað í einum hægri vinnandi prísi á uppboðssøluni. Ein stigvís skipan er eisini ein møguleiki, har andeilurin av rættindum, sum verður latin á uppboðsølu, hækkar stigvíst, so atlit verður tikið til, at rættindahavarar longu kunnu hava goldið part av virðinum til fyrrverandi eigarar.
Eisini eru aðrir møguleikar at heinta virðið inn - t.d. við at taka inn ein %-part av pr. kg. søluprísinum í einum fiskaríi, har kvoturnar verða fult uppfiskaðar. Tá fær landið part av søluvirðinum inn og uttan at veiðan ávirkast, hon vil enn verða tann sama, nemliga maksimalt loyva kvotan.
https://portal.fo/fiskur-48964/birita-kom-a-havnina-i-gjar.grein?fbclid=IwZXh0bgNhZW0CMTEAcGRvZgNzcnRjBmFwcF9pZA80Mzc2MjYzMTY5NzM3ODgAAR74lCaN7V4-mD6WSC-atjGMAHWlVRof74OrnDDPijRY0nH85fodRtauq_zY2g_aem_oMBXYCjV49Gm6wb3UixaJw
https://fiskimannafelag.fo/savn/tidindi-detail/birita-tn-132-er-seld