Fuglafjarðar kommuna arbeiðir við at skipa ferðsluviðurskiftini í Karvatoftum - millum Haraldsen og torgið við Mentanarhúsið, soleiðis at tað verður tryggari at ferðast, samstundis sum økið fær ein meira torg-líknandi dám.
- Í hesum sambandi verður nú ein royndarverkætlan gjørd í fýra vikur, frá mánadegnum 12. oktober 2026 til mánadagin 9. november 2026, har vegurin í økinum verður smalkaður til 6,5 metrar, og parkeringsbasarnir uttanfyri verða tiknir burtur.
Í Fuglafjarðar kommunu vísa tey á, at samstundis verður tíðaravmarkað parkering frá Haraldsen-handlinum yvir móti Bókasavninum.
- Heitt verður á ferðandi um at vera ansin í hesum sambandi og boða kommuni frá, um átakið hevur jaliga ella neiliga ávirkan í mun til endamálið, at hava eina tryggari ferðslu.
Lagt verður aftrat, at ein slík fráboðan kann sendast á [email protected]
Í Fuglafjarðar kommunu siga tey, at ferðsluátakið við Karvatoftir er í samband við miðbýarætlanina, sum er gjørd av arkitektavirkinum EYA.
- Ætlanin er, at økið kemur at taka seg út sum viðhefta mynd (omanfyri) vísir, har vegurin er smælkaður niður til 6,5 metur, sum átakið eisini er og P-básarnir eru burtur niðanfyri Haraldsen.
Á teknisku deild í Fuglafjarðar kommunu verður lagt aftrat, at vegaforingar eisini verða í økinum.