Tað eydnaðist liðnum hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin í útidysti í innleiðandi bólki A í Champions Leageu at vinna 36-33 á Porto. Í steðginum var Füchse Berlin á odda 19-18. Hákun skoraði eitt mál upp á tvær málroyndir, og í tí eina førinum vann hann bóltin í einari álopsstøðu hjá Porto.
Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus vunnu á útivølli í innleiðandi bólki E greiðan 38-30 sigur á franska liðnum, Montpellier. Í steðginum var Skanderborg-Aarhus á odda 18-14.
Jóhan skoraði sjey mál upp á átta málroyndir og var toppskjútti hjá Skanderborg-Aarhus. Hann legði eisini upp til eitt mál.