info
Ongi úrslit

Elprísurin hækkar ikki komandi ár

Dagfinn Olsen
27. november 2021 kl. 21:23

Regluligi eykaaðalfundurin hjá SEV hevur samtykt fíggjarætlanina fyri komandi ár, sum er løgd til rættis uttan prísbroytingar

Hetta skrivar SEV á sev.fo.

Í ár væntar SEV eitt yvirskot á 64 mió. kr., og yvirskotið verður brúkt til komandi útbyggingar. Eftirspurningurin eftir elorku hevur ongantíð verið størri, samstundis sum, at grøna orkuframleiðslan í 2021 liggur undir miðal. Hetta orsakað av frostbinding í fleiri vikur fyrst í árinum og sera góðum veðri í vár og summar, umframt avbjóðingum við generatorfeilum á fleiri vindmyllum. Oljuútreiðslurnar eru tískil met høgar, partvís orsakað av væl hægri oljunýtslu og partvís orsakað av høgum oljuprísi.

Eykaaðalfundurin samtykti at geva SEV loyvi til at endurfíggja 1,4 mia. kr. av verandi skuld, og at útvega nýggja fígging á 0,8 mia. kr. til komandi útbyggingar.

 

Ferðin á grønu kósini skal haldast

“Skal stóra orkuskiftið fyri framman eydnast, krevst miðvíst og breitt samstarv millum politisku skipanirnar, orkumyndugleikan, SEV og onnur”, segði Kári Johansen, nevndarformaður í SEV.

Pumpuskipanin er alneyðug fyri eina grønari elskipan við væl meiri vindi, og nevndarformaðurin fegnaðist um útsøgnina hjá landsstýrismanninum um, at støða verður tikin til umsóknina um loyvi til pumpuskipan í ár.

Nevndarfrágreiðing á heysti 2021

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

Í gjár kl. 12:21

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

Í gjár kl. 11:38

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Champions League: Viking Stavanger framdi stórt bragd móti Bayern München

1 tími síðan
Tíðindi

John í Skemmuni talar í Betesda mikukvøldið

1 tími síðan
Tíðindi

Átta frysti­línu­skip fiska í før­oysk­um sjógvi

1 tími síðan
Tíðindi

Pávin skurðviðgjørdur fyri lungnakrabba

1 tími síðan
Tíðindi

Veljarar í Georgia eru farnir at atkvøða

1 tími síðan
Tíðindi

Partrolarar og lemmatrolarar hava smáligan fiskiskap

1 tími síðan
Fótbóltur

William Rygaard leingir við B36

1 tími síðan
Hondbóltur

European League: Valur vann - TTH Holstebro og Mors-Thy taptu

2 tímar síðan
Tíðindi

Fyrrverandi bande­leið­ari fær minst 40 ára fongs­ul fyri drápið á Tupac

3 tímar síðan
Tíðindi

Ringasta veðrið kem­ur í tveim­um um­før­um í morgin

5 tímar síðan
Tíðindi

Trump hevur givið sendikvinnuni í Grikkalandi sekkin

5 tímar síðan
Fótbóltur

Besti leikarin í september: Jensa, Birna ella Durita?

6 tímar síðan