info
Ongi úrslit

Team Sydhavsøerne og Pætur Mikkjalsson steðga við samstarvinum

Partarnir eru samdir um at steðga samstarvinum

Heri Á. Simonsen
27. september 2026 kl. 06:15

Team Sydhavsøerne, hvørs besta lið spælir í næstbestu donsku hondbóltsdeildini boðar nú alment frá, at tey og føroyski landsliðsleikarin, Pætur Mikkjalsson eru blivin samd um at steðga samstarvinum.

Talan hevur verið um væl minni spælitíð til Pætur seinastu tíðina, og á heimafrontinum er eitt barn á veg, so tað eru bæði ítróttarligar og menniskjaligar orsøkir til, at Pætur nú fer at leita sær eftir øðrum felagi.

Ítróttarstjórin í Team Sydhavsøerne, Morten Juul sigur við heimasíðu felagins: - Pætur hevur verið ein ógvuliga professionellur og virðismettur partur av Team Sydhavsøerne. Sæð í ljósinum av, at hann hevur fingið ein minni leiklut, og teimum familju broytingum, ið standa fyri framman, so hava vit aftaná Pætur vendi sær til okkum mett, at hetta er rætta løtan hjá pørtunum at fara hvør sínar leiðir. Vit í felagnum ynskja honum og familju hansara alt tað besta í komandi tíðum.

Við somu heimasíðu sigur Pætur: - Eg er takksamur fyri mína tíð í Team Sydhavsøerne, og fyri tann stuðul eg havi fingið frá bæði felagnum, liðfeløgunum og fjepparunum. Eg síggi fram til ein nýggjan kapitul, bæði á og uttanfyri hondbóltsvøllin, har tað at blíva pápi sjálvandi fer at fylla nógv.

Enn frættist ikki hvar leiðin gongur hjá Pæturi í hondbóltshøpi.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

Í gjár kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Norska løgreglan deilir mynd: Báturin farin í tvey

21. september kl. 15:12

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Olaf Olsen hevði eitt serligt samband við Ísrael

24 minuttir síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Jóhonnu heldur meistarakósina

7 tímar síðan
Fótbóltur

Fridrikka og liðfelagarnir taptu fyri oddaliðnum

8 tímar síðan
Tíðindi

Fyrrverandi forsætisráðharri drápshóttur á opnari gøtu

8 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava somu atgongd fyri føroyskar vørur í Íslandi

8 tímar síðan
Tíðindi

Nations League: Spania koppaði Onglandi á Wembley

8 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Slovakia vann greiðan heimasigur í okkara bólki

9 tímar síðan
Tíðindi

Seks fólk deyð eftir spreinging í Athen

9 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: VAR kolldømdi sigursmálið hjá THW Kiel

9 tímar síðan
Tíðindi

Vil slóða fyri MobilePay og Vipps í Føroyum

9 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: 16 mál hjá Victor K. Thomadsen rukku ikki hjá KÍF

10 tímar síðan
Fótbóltur

Mattias er nummar 200 í røðini

10 tímar síðan