info
Ongi úrslit

VIDEO: VAR kolldømdi sigursmálið hjá THW Kiel

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum THW Kiel-Flensburg Handewitt 31-31 (18-14)

Heri Á. Simonsen
26. september 2026 kl. 21:30

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel mátti í kvøld gjøgnum alla kensluskrásetingina í 117. grannauppgerðini millum THW Kiel og Flensburg-Handewitt.

Kiel hevði longi tamarhald á dystinum í Wonderino Arena í Kiel. Í steðginum var heimaliðið á odda 18-14, og tá fáir minuttir vóru eftir vóru teir á odda 30-25.

Men Flensburg hevði ein góðan endaspurt, og teir javnaðu til støðuna 31-31.

Men í allarseinasta sekundinum helt heimafjøldin, at Julian Köster hevði skorað sigursmálið til 32-31 til Kiel, men VAR kolldømdi málið.

Elias var á vøllinum í 10 minuttir í kvøld, og hann skoraði eitt mál upp á tvær málroyndir.

THW Kiel og Flensburg-Handewitt eru fremst í týsku Bundesliguni við 11 stigum hvør. Tey hava bara mist eitt stig, og tað stigið mistu liðini í kvøld.

HER ber til frá DYN Handball at síggja ein samandrátt frá dystinum THW Kiel-Flensburg Handewitt 31-31 (18-14):

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

Í gjár kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Nations League: Slovakia vann greiðan heimasigur í okkara bólki

22 minuttir síðan
Tíðindi

Seks fólk deyð eftir spreinging í Athen

35 minuttir síðan
Tíðindi

Vil slóða fyri MobilePay og Vipps í Føroyum

1 tími síðan
Hondbóltur

Burn: 16 mál hjá Victor K. Thomadsen rukku ikki hjá KÍF

1 tími síðan
Fótbóltur

Mattias er nummar 200 í røðini

1 tími síðan
Fótbóltur

Myndir-Føroyar-Kasakstan

2 tímar síðan
Fótbóltur

Føroyingar harmast um misnýttu møguleikarnar

3 tímar síðan
Hondbóltur

Aarhus vann - Stoholm og Køge taptu

3 tímar síðan
Tíðindi

Æviga aktuellar systrar í Hoydølum

4 tímar síðan
Tíðindi

Deyður persónur funnin á sjónum í Qaqortoq

4 tímar síðan
Hondbóltur

HF Karlskrona tapti annan dystin á rað

4 tímar síðan
Tíðindi

Trump vrakar iranskt uppskot um vápnahvíld

4 tímar síðan