info
Ongi úrslit

Burn: H71 vann grannauppgerðina - EB vann á StÍF

Tveir dystir eru seinnapartin leiktir í Burn Mansdeildini

Mynd: Álvur Haraldsen
Heri Á. Simonsen
27. september 2026 kl. 17:55

Í Hoyvíkshøllini var grannauppgerð millum H71 og Kyndil.

H71 vann dystin 34-28. Í steðginum var støðan javnleikur 16-16. Tá 46 minuttir vóru leiktir var støðan javnleikur 25-25, men seinastu løtuna var H71 greitt omaná.

Boas Ellefsen á Skipagøtu er ikki til at steðga. Í dag var hann aftur stórskjútti hjá H71. Hesaferð gjørdist talan um 14 mál. Erling Erlendsson og Tobias Thisen vóru við fimm málum hvør toppskjúttar hjá Kyndli.

Í høllini á Eiði tryggjaði EB sær annan sigurin á rað. Í dag gjørdist talan um 34-31 sigur á StÍF. Í steðginum vóru eiðismenn á odda 15-12.

Við heili 16 málum var Gilli Reginsson stórskjútti hjá EB. Hann var bert eitt mál frá at skjóta helvtina av málunum hjá heimaliðnum. Við sjey málum gjørdist Pætur Johansen toppskjútti hjá StÍF.

H71 er fremst í deildini við átta stigum. VÍF og Neistin hava seks stig hvør. Kyndil, KÍF og EB hava fýra stig hvør. StíF og Team Klaksvík hava enn fyrsta stigið til góðar í kappingini.

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnir frá dagsins dystum í Burn Mansdeildini:

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

Í gjár kl. 21:45

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

Í gjár kl. 10:36

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Javnleikur móti Kosovo

9 minuttir síðan
Hondbóltur

HM fyri felagslið: Füchse Berlin tapti fyri Veszprem

15 minuttir síðan
Hondbóltur

Myndir: H71-Kyndil 34-28 (16-16)

43 minuttir síðan
Tíðindi

Føroyar brenna olju – vinnan vil framleiða sjálv

1 tími síðan
Tíðindi

Ovara endaspælið: KÍ hevur nú tríggjar FM-matchbóltar

1 tími síðan
Hondbóltur

Sigrar til Vendsyssel og HØJ

2 tímar síðan
Tíðindi

Fimm hand­tikn­ir nær­indis amerik­ansk­ari her­støð í Bretlandi

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Vit skulu ikki elta Evropa út av eggini

2 tímar síðan
Fótbóltur

Uttan Geza tapti Grimsby Town fyrsta dystin í kappingini

3 tímar síðan
Fótbóltur

Piteå tapti á útivølli

4 tímar síðan
Tíðindi

Svikarar royna aftur at tøma føroyskar bankakontur

4 tímar síðan
Tíðindi

Annika Olsen er forkvinna í Svimjisambandi Føroya

4 tímar síðan