info
Ongi úrslit

European Cup: VÍF vann stórsigur á Ferizaj

Vestmannakvinnur spæla seinna dystin sunnudagin

Heri Á. Simonsen
9. oktober 2026 kl. 20:45

Í hesum døgum eru kvinnurnar hjá VÍF staddar í Kosovo fyri at spæla tveir dystir í øðrum umfarinum í European Cup.

Í kvøld spældi VÍF fyrra dystin móti Ferizaj, og sigast má, at tað gekk framúr væl hjá VÍF.

Vestmannakvinnur vunnu stórsigur 34-23. Í steðginum var støðan 18-12 til VÍF.

Ingibjørg Olsen (myndin) var við 10 málum toppskjútti hjá VÍF.

Seinni dysturin verður leiktur sunnudagin klokkan 16. Tað skal ganga ótrúliga illa, um VÍF ikki fylgir Neistanum og H71 til triðja umfarið í kappingini.

KHF Ferizaj-VÍF 23-34 (12-18) - European Cup fyrri dysturin.

Málskjúttar: Ingibjørg Olsen 10/13, Lív S. Poulsen 8/12, Simone T. Kristiansen 6/7, Halla Haldansen 3/4, Bára í Innistovu 3/4, Sára Lagos 3/5, Durita C. Jojic 1/2.

Bjargingar: Vivian Petersen 7/24, Frederikke de Sparra Rasmussen 5/11.

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Tvær føroyskar kvinn­ur í gazellu­fyri­tøku við 589 prosent vøkstri

43 minuttir síðan
Tíðindi

Eftir fimm mánaðir í Havn er Barði skjótt klárur aftur

46 minuttir síðan
Tíðindi

Djóni tekur sæti á tingi fyri Bjørt Lind

1 tími síðan
Tíðindi

Góð níggju prosent av øllum nólsoyingum eru í Edinburg

2 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Frá vinartræi til øsku

2 tímar síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

3 tímar síðan
Tíðindi

Í 25 ár hava brøv broytt lív

3 tímar síðan
Tíðindi

Stuðul upp á 6,5 milliónir til marghøll á Giljanesi

3 tímar síðan
Tíðindi

Nasa sendi rúmdarfar inn í eina smástjørnu

3 tímar síðan
Tíðindi

Settu trygd­ar­regl­ur til viks fyri at bjarga sjó­monnum

3 tímar síðan
Tíðindi

Ansa eftir dagin eftir!

4 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Carola í Lívdini

4 tímar síðan