info
Ongi úrslit

Fólkaræði tolir ikki líkasælu

Løgmaður segði í nýggjársrøðu síni, at ósemjur skulu brúkast til at fáa eitt betri og livandi samfelag

Árni Gregersen, ting.fo
31. desember 2019 kl. 19:35
Í summar vóru vit bæði á fólkatingsvali og løgtingsvali. Løgmaður segði í nýggjársrøðu síni, at tá kom aftur greitt til sjóndar, at vit vilja øll okkara samfelag tað besta – men eisini, at vit ikki altíð eru samd um, hvussu Føroyar verða eitt betri samfelag. -Tíbetur, freistist eg at siga, legði hann afturat. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, segði víðari: -Vit eru fólk við ymiskum royndum og virðum. Tað birtir sjálvsagt undir áhaldandi orðaskifti um hugsjónir í einum landi. Men ósemjur skulu brúkast sum amboð til at fáa eitt enn betri og meira livandi samfelag. Fólkaræði merkir, at vit lurta. Og at vit sjálv fáa loyvi at tosa og greiða frá okkara egnu støðu. Tað er soleiðis, at megin í ósemjuni minkar. Tað er soleiðis, at vit skapa eina felagskenslu. Í øllum avgerðum eiga fleiri atlit at verða tikin. Alivinnan er avgerandi fyri okkara búskap – men hon dálkar eisini. Shippingvinnan skapar eina rúgvu av arbeiðsplássum – men hon larmar eisini. Ferðavinnan styrkir okkara sjálvsfatan – men hon slítur eisini. Tað er okkara uppgáva at finna eina hóskandi loysn fyri øll. Eg fegnist um, at so nógv geva sítt íkast og brúka okkara fólkaræðisligu pallar at gera vart við seg. Einki fólkaræði tolir líkasælu.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

Í gjár kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

11 tímar síðan

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Er Taxi Driver besti filmur?

24 minuttir síðan
Tíðindi

Guðrið Hansdóttir syngur á íslendskum

1 tími síðan
Hondbóltur

VIDEO: HF Karlskrona vann annan dystin á rað

1 tími síðan
Tíðindi

Smyril broytir ella avlýsir møguliga leygardagin

1 tími síðan
Tíðindi

Niels Juel Arge - Heim: Fagnaður til Føroyar

2 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Kyndil vann á KíF

2 tímar síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: Kyndil vann tepran sigur á KÍF

2 tímar síðan
Tíðindi

Fólkadansur – familjudansur í Vági: børn og vaksin dansa saman

2 tímar síðan
Tíðindi

Stórhvalagildi á Kambsdali

2 tímar síðan
Fótbóltur

Conference League: Mjällby tók ikki av málmøguleikunum

3 tímar síðan
Tíðindi

Ph.d.-verja: Rógvi Olavson

3 tímar síðan
Hondbóltur

Óli og liðfelagarnir vunnu seg víðari í Champions League

3 tímar síðan