info
Ongi úrslit

Fara nú at varðveita kioskina hjá Astu

– Vit ynskja at varðveita navnið: »Kioskin hjá Astu«, siga nýggju eigararnir

info
Eirikur Lindenskov
23. januar 2019 kl. 14:21
Fyrsta dagin verður kioskin hjá Astu á Vaglinum í Havn flutt av Vaglinum og niðan á Sandvíkarhjalla, har hon á goymsluni hjá Balslev verður endurnýggjað fyri síðani at verða flutt oman aftur á Vaglið. Tað er felagið Gist&Vist, sum nú eigur Kioskina hjá Astu – ella Kioskia hjá G, sum tey gomlu havnarfólkini kallaðu hana. Kioskin er frá 1935. Hon læt upp til ólavsøku tað árið. Johannes Jensen, stjóri í Gist&Vist sigur, at endamálið er at varðveita kioskina júst soleiðis, sum vit kenna hana og at brúka so nógv av upprunatilfarinum aftur, sum til ber. Ikki minst vakra og sermerkta stjørnuloftið inni í kioskini. Tað verða Petur Hans Poulsen og Martin Tórgarð, sum fara at umvæla kioskina. Martin Tórgarð er abbasonur H. C. W. Tórgarð, arkitekt, sum teknaði kioskna fyri 88 árum síðani – í januarmánaði í 1931. Fyri Johannes Jensen hevur tað alt at siga, at kioskin verður varðveitt júst sum hon er. – Ja tað er tí, at vit keyptu hana. Tað var júst fyri at varðveita hana og fáa hana aftur til eina virkna kiosk, sum skal selja allar vanligar kioskvørur og bløð. Vit fara eisini at selja kaffi, te, tvíflísir og annan »gongumat«, sigur Johannes Jensen, sum í hesum sambandi nevnir hugtakið »at menna uttan at missa« – at kioskin kann koma enn meira til sín rætt sum tað ikon hon er í Havn – og samstundis varðveitast sum tann gamla kioskin hjá Astu við øllum tí upprunatilfari, sum kann endurnýtast. Fyri havnarfólk og helst øll í Føroyum er kioskin ein býarmynd, og vit kenna øll skapið aftur. H. C. W. Tórgarð hevur teknað fysta sniðið í 1931. Tá var talan um eina áttakantaða kiosk við inngongd. Diskur var innanfyri og í mótsættu síðu var kiosklúka. Loftið er varðveitt og sigur tað nógv um stødd og søgu hennara frá fyrstan tíð. Kioskin er við árunum víðkað og hevur í dag fingið eitt skap, ið øll kenna aftur og sum fólk eru góð við. Tá tú kemur til diskin, sært tú stjørnuloftið hjá Tórgarð, ið skal varðveitast. Útbyggingin, ið er gjørd í tíðini, Asta Jacobsen hevði kioskina, skal síggjast aftur, men opnast upp niðan móti Sparikassanum. Reyðu rukkublikkpláturnar verða skiftar út við nýggjar, reyðar alupláutr, ið eru tættar og gjøgnumskygdar oman fyri diskhædd. Hetta verður tað einasta nýggja við kioskini uttan. Hugsanin er, at búmerkið verður holað út í bplaturnar soleiðis, at ljósið sæst út á gøtuna. Sum nevnt verður kioskin flutt niðan í høli á Sandvíkarhjalla, har umvælingararbeiðið verður gjørt. Eitt nú skal gólvið skiftast og takið gerast av nýggjum. Enn vita teir ikki, hvussu stórviðurin hevur tað og tískil heldur ikki, hvussu nógv kann endurnýtast. – Men tað sum kann endurnýtast, verður endurnýtt, sigur Johannes Jensen. Meðan kioskin er burtur av Vaglinum er ætlanin at fyrireika økið, har kioskin skal setast aftur við fundamenti og leiðingum, sum skulu leggjast í jørð. – Vit ynskja at varðveita navnið: Kioskin hjá Astu, sigur Johannes Jensen. Vøruúrvalið verður sum á eini kafé ella í eini kiosk. »Gongu-matur« ella »gøtu-matur« og drekkivørur, heitt og kalt. Men tað ber ikki til at njóta matin inni. Einki verður framleitt á staðnum. Alt kemur liðugt pakkað, klárt at eta. Tað verður Smyrjibreyðsbúðin, sum fer at reka kioskina, og starvsfólkini koma at arbeiða út frá Smyrjibreyðsbúðini. Ætlandi letur Kioskin hjá Astu upp í apríl komandi á sama stað og í somu stødd, sum hon hevur staðið. Upplatingartíðirnar verða frá 9-15 um veturin og 9-18 summarhálvuna. Til tiltøk verður opið dag, kvøld og nátt, til dømis á ólavsøku, Mentanarnátt og so víðari. Av vørum kunnu  nevnast: Kaffilatte, Cappocino, svart kaffi, sodavatn, djús, vatn tvíflís, salat, croissant, kitkat, stimerol, wienerbreyð, muffins, vikubløð, avísir og nógvar aðrar vørur.

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

Í gjár kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Talv: Rubek slóðaði fyri

17 minuttir síðan
Tíðindi

Útróðrarbátar fáa fýra dagar afturat á Føroyabanka

29 minuttir síðan
Tíðindi

Russisk hernaðartyrla í pólskum loftrúmi

43 minuttir síðan
Tíðindi

Kom tætt at føroysku granskingini á Vísindavøku

3 tímar síðan
Tíðindi

Turkurin sæst úr rúmdini

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Vinstra, høgra, vinstra, høgra - tað er skeiva lagið

3 tímar síðan
Tíðindi

Uppreistrarfólk tikið ræðið á flogvølli í Etiopia

4 tímar síðan
Tíðindi

Hernaðarvenjingin Lion Protector í Vestmannasundi

4 tímar síðan
Tíðindi

Póllendingar stjólu 200 neyt í Týsklandi

4 tímar síðan
Tíðindi

Rubio skal hitta Lavrov í New York

5 tímar síðan
Tíðindi

Lær føroyska rættskriving í Vági

5 tímar síðan
Tíðindi

Føroyingar fluttu seg 81.018.307 rørslumetrar

6 tímar síðan