Ein russisk hernaðartyrla av slagnum, MI-8, fleyg í dag inn í pólskt loftrúm móti býnum, Braniewo.
Hetta veit skrivar pólska hernaðarkommando'in á X, fyrrverandi Twitter.
Tað var í dag klokkan 11.08, at russiska tyrlan fleyg inn í Pólland.
- Tyrlan kom úr Kalinigrad-økinum, og hon var 300 metrar inni í pólskum loftrúmi í 42 sekund, sigur hernaðarkommando'in í Póllandi.
Tað var pólski herurin, sum legði merki til russisku hernaðartyrluna.
- Jagaraflogfør vórðu send avstað, og á landjørðini vóru vit til reiðar, sigur pólski herurin.
Hernaðarkommando'in heldur, at hetta var enn ein roynd hjá Russlandi at "testa" pólsku verjuna.
- Pólska loftverjan er alla tíðina til reiðar og fylgir væl við í loftrúminum - alt samdøgnið, verður lagt aftrat.