info
Ongi úrslit

Turkurin sæst úr rúmdini

Fylgisveinamyndir vísa, hvussu landslagið í Lajas-dalinum í Puerto Riko er broytt frá grønum til brúnt eftir eitt ár við álvarsligum turki.

Eirikur Lindenskov
23. september 2026 kl. 12:48

Álvarsligur turkur rakar Puerto Riko. Sambært amerikonsku turkeftirlitsskipanini NIDIS vóru 37 prosent av oynni rakt av sera álvarsligum turki 15. september.

Útsynnigsparturin av Puerto Riko er millum harðast raktu økini. Har liggur Lajas-dalurin, sum er eitt av týdningarmestu landbúnaðarøkjunum á oynni.

Nýggjar fylgisveinamyndir frá evropeisku Copernicus-skipanini vísa broytingina í dalinum. Á myndini frá 3. september 2025 eru bøirnir og lendið kring dalin grøn. Á myndini frá 20. september í ár er sama øki í stóran mun brúnt.

Myndirnar eru tiknar við Sentinel-2-fylgisveininum. Sambært Copernicus kunnu slíkar myndir brúkast til at fylgja við gróðri og landbúnaðarjørð og geva myndugleikum vitan, sum er gagnlig, tá vatntilfeingi skal umsítast og turkur handfarast.

Kelda: Copernicus – Drought affects south-western Puerto Rico. Mynd: European Union, Copernicus Sentinel-2 imagery.

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

Í gjár kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Kom tætt at føroysku granskingini á Vísindavøku

48 minuttir síðan
Lesarabrøv

Vinstra, høgra, vinstra, høgra - tað er skeiva lagið

1 tími síðan
Tíðindi

Uppreistrarfólk tikið ræðið á flogvølli í Etiopia

1 tími síðan
Tíðindi

Hernaðarvenjingin Lion Protector í Vestmannasundi

2 tímar síðan
Tíðindi

Póllendingar stjólu 200 neyt í Týsklandi

2 tímar síðan
Tíðindi

Rubio skal hitta Lavrov í New York

2 tímar síðan
Tíðindi

Lær føroyska rættskriving í Vági

3 tímar síðan
Tíðindi

Føroyingar fluttu seg 81.018.307 rørslumetrar

4 tímar síðan
Tíðindi

Felags kunningarfundur fyri nýggjar tilflytarar

4 tímar síðan
Tíðindi

Norðurlond fegnast um Grønlandsavtaluna

5 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri eykajáttanir á skránni í Vestmanna í dag

5 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan tók 11 sett av numm­ar­plát­um í nátt

5 tímar síðan