- Er føroysk rættskriving ein partur av tínum arbeiðsdegi? So er skeiðið nakað fyri teg.
Soleiðis siga tey í Vágs kommunu, har skipað verður fyri kvøldskúlaskeiði í føroyskari rættskriving.
- Á skeiðnum verður ljós varpað á stavsetingarvillur, ið vanliga eru í skrivligum avrikum. Stava og set komma rætt og lær eitt nú at lúka “ð” villur og annað úr skriftmálinum.
Sagt verður, at tú lærir rættstaving og málreglur í føroyskum.
- Hetta er eitt upplagt skeið til stovnar og skrivstovfólk, sum dagliga skriva føroyskt og senda út brøv, kunning og annaå.
Á skeiðnum lærir tú reglurnar og ger færri villur, so tín tekstur er rættur.
Lagt verður aftrat, at skeiðið eisini er ætlað fyritøkum, sum vilja styrkja føroyska málið á skrivstovuni.
- Tilmelding til kvøldskúlan kann gerast um heimasíðuna hjá Vágs kommunu - www.vagur.fo