info
Ongi úrslit
© Allar myndir: Álvur Haraldsen

Hernaðarvenjingin Lion Protector í Vestmannasundi

Hesa vikuna hava danskar og bretskar serdeildir at hava eina venjing í Vestmannasundi og har nærhendis. Venjingin ber heitið Lion Protector og tað er norðurevropeiska verjusamstarvið JEF (Joint Expeditionary Force), sum skipar venjingarnar í samstarvi við føroyskar myndugleikar.

Eirikur Lindenskov
23. september 2026 kl. 11:16

JEF er verjusamstarv undir bretskari leiðslu, har úrvald NATO lond kunnu handfara hernaðarligar støður í Norðurevropa og á norðurleiðum.

Uttanríkis- og fiskimálaráði skrivar, at venjingin er samstundis partur av Arctic Endurance, ið er eitt NATO átak undir danskari leiðslu. Endamálið við Arctic Endurance er at styrkja hjáveruna hjá NATO í Arktis og á norðurleiðunum. At styrkja verju- og trygdarsamstarvið millum Føroyar og Danmark, og onnur sameind, varð umrøtt á fundi millum danska verjumálaráðharran og landsstýrismannin í august í ár. Átøkini verða samskipað og eftirmett í samstarvi millum donsku verjuna og føroyskar myndugleikar.

Endamálið við hesi venjingini er at royna m.a. bjargingarstøður og samstarvið millum luttakandi partar, herímillum Vørn, sum luttekur í venjingini sum føroyskur myndugleiki.

Venjingar sum hesar styrkja um førleikarnar og tryggja eftirlit, tilbúgving og støðufesti í økinum.

Venjingarnar byrja í seinnu helvt av september og halda á fram til fyrst í oktober. 

Í sambandi við venjingina eru partar av havnarlagnum í Vestmanna frámerktir eftir avtalu við kommununa.

Á fundi við Løgtingsins uttanlandsnevnd fríggjadagin greiddi landsstýrismaðurin nevndini frá um venjingarnar.

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

Í gjár kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Vinstra, høgra, vinstra, høgra - tað er skeiva lagið

16 minuttir síðan
Tíðindi

Uppreistrarfólk tikið ræðið á flogvølli í Etiopia

33 minuttir síðan
Tíðindi

Póllendingar stjólu 200 neyt í Týsklandi

1 tími síðan
Tíðindi

Rubio skal hitta Lavrov í New York

1 tími síðan
Tíðindi

Lær føroyska rættskriving í Vági

2 tímar síðan
Tíðindi

Føroyingar fluttu seg 81.018.307 rørslumetrar

2 tímar síðan
Tíðindi

Felags kunningarfundur fyri nýggjar tilflytarar

3 tímar síðan
Tíðindi

Norðurlond fegnast um Grønlandsavtaluna

3 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri eykajáttanir á skránni í Vestmanna í dag

3 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan tók 11 sett av numm­ar­plát­um í nátt

4 tímar síðan
Tíðindi

Donsk bløð rósa Grøn­lands­av­tal­uni – men sig­ur­in hevur sín prís

5 tímar síðan
Fótbóltur

Rasmus Nolsøe er nýggjur hjálparvenjari hjá U21-landsliðnum

6 tímar síðan