info
Ongi úrslit

Ferðast lands­stýr­is­fólkini ov nógv?

Steffan Klein Poulsen vil hava løgmann at leggja kortini á borðið um uttanlandsferðirnar hjá landsstýrisfólkum. Hann ivast í, um peningur og arbeiðsorka verða brúkt á skilabesta hátt, tá landsstýrisfólk eru so nógv burturstødd.

Eirikur Lindenskov
1. oktober 2026 kl. 21:45

Hvussu nógv ferðast landsstýrisfólkini uttanlands, hvat kostar tað, og kundi peningurin og arbeiðstíðin verið brúkt betur?

Tað vil Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður, hava Aksel V. Johannesen løgmann at svara.

Í einum skrivligum §52a-fyrispurningi biður hann um eitt yvirlit yvir, hvussu nógvar ferðaútreiðslur hvørt einstakt aðalráð hevur havt, síðani nýggja landsstýrið tók við 13. apríl í ár. Dagfestingin samsvarar við, nær málsøkini vórðu býtt millum landsstýrisfólkini.

Hann vil eisini hava upplýst, hvussu nógvar dagar hvørt einstakt landsstýrisfólk hevur verið uttanlands í arbeiðsørindum í sama tíðarskeiði.

– Ringt at skilja

Steffan Klein Poulsen sigur, at tað er skiljandi, at løgmaður og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum ferðast regluliga fyri at røkja føroysk áhugamál.

Men hann setur spurnartekin við ferðingina hjá hinum landsstýrisfólkunum.

– Tað er tó ringt at skilja, at tey landsstýrisfólk, sum primert varða av innlendismálum, brúka so nógva tíð í útlondum, skrivar hann í viðmerkingunum til fyrispurningin.

Hann sigur seg undrast á, at øll landsstýrisfólkini eru so nógv burturstødd í ørindum uttanlands.

Kundi peningurin verið brúktur betur?

Løgtingsmaðurin spyr eisini løgmann beinleiðis, um hesir pengarnir og henda arbeiðsorkan ikki kundu verið raðfest betur.

– Undirritaði loyvir sær at ivast í, um pengarnir og arbeiðsorkan er brúkt á skynsaman hátt, tá ið so nógva tíð verður brúkt í útlondum, skrivar Steffan Klein Poulsen.

Hann vil harumframt hava løgmann at svara, um sama ferðavirksemi kann væntast komandi tíðina.

Seinasti spurningurin er, um løgmaður heldur, at landsstýrisfólk, sum fyrst og fremst umsita innlendismál, røkja áhugamál føroyinga best við at vera í Føroyum ella við at ferðast uttanlands.

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

23 tímar síðan

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Konsert við Vibra í Eiðis kirkju

2 minuttir síðan
Tíðindi

Sangkórið í Betesda 100 ár

25 minuttir síðan
Fótbóltur

Messi hevur keypt spanskt felag

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggjur fyrstuhjálparsangur til yngri børn

1 tími síðan
Tíðindi

Sjampanjuvínbarr í Nólsoyarstovu

1 tími síðan
Tíðindi

Nú tað rekur hart á kíkin – hvussu leingi kann hetta halda fram?

1 tími síðan
Tíðindi

Lesandi kunnu nú forvinna meira

2 tímar síðan
Tíðindi

Minni umsiting og skjótari hjálp

2 tímar síðan
Tíðindi

Amnesty: Broytingar í fosturtøkulógini eru eitt afturstig

3 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Landsliðið tíðindafund og venjing

3 tímar síðan
Hondbóltur

Saman um barnahondbóltin

3 tímar síðan
Tíðindi

Hesi fingu M.A. Jacobsens virðislønir í ár

3 tímar síðan