info
Ongi úrslit

Nýggjur fyrstuhjálparsangur til yngri børn

Øll kunnu gera mun, tá ið óhapp henda. Eisini børn. Treytin er tó, at tey vita, hvussu tey skulu bera seg at. Júst tað er endamálið við Fyrstuhjálparsanginum.

Dagfinn Olsen
1. oktober 2026 kl. 21:17

Hvat skalt tú gera, um ein av vinunum fær skaða? Tað kann vera trupult at vita, tá ið tú ert lítil. Men við fyrstuhjálparsanginum hjá Jensinu fáa børnini eina syngjandi vegleiðing til, hvussu tey geva fyrstuhjálp - stig fyri stig.

Øll kunnu gera mun, tá ið óhapp henda. Eisini børn. Treytin er tó, at tey vita, hvussu tey skulu bera seg at. Júst tað er endamálið við Fyrstuhjálparsanginum.
Uttanlands vísa kanningar nevniliga, at smá børn ofta renna burtur ella krógva seg, tá ið óhapp henda. Við hesum skulu tey fáa vitan um, hvussu tey eiga at bera seg at.

Fyrst og fremst snýr fyrstahjálp fyri børn seg um at vera ein góður vinur. Tey skulu læra at skapa tryggleika, so at tey sjálv og onnur ikki eisini fáa skaða. Síðani skulu tey rópa um hjálp og fáa onkran vaksnan at koma. At enda skulu tey duga at hjálpa eftir førimuni.
Til allar vanligar smáskaðar hjá børnum - sama um onkur hevur brent seg, skurslað seg, bløðir, hevur keikt ein lið ella smekkað seg í - hjálpir tað væl at leggja ein vátan, kaldan lappa á sum fyrstu hjálpina. Tað er eitt greitt og ítøkiligt ráð, sum sjálvt smá børn megna at gera. Hevur tann skaddi mist vitið, brotið okkurt ella bløðir sera illa, skulu tey tó eisini duga at ringja 1-1-2 og fáa ein sjúkrabil at koma at hjálpa.

Alt hetta syngja vit saman við Jensinu Olsen í Fyrstuhjálparsanginum. Við at gera stigini í fyrstuhjálp til ein sang, er sannlíkt, at børnini betur fara at minnast, hvussu tey skulu bera seg at, tá ið okkurt hendir.
Stigini eru:
1: Skapa tryggleika fyri teg sjálva/n og onnur
2: Met um tann skadda
3: Rópa um hjálp ella ring 112
4: Gev fyrstuhjálp.
Men mest av øllum: ver ein góður vinur. Ugga, troysta - og ikki rýma.
Hetta er eitt gott høvi hjá foreldrum, pedagognum, lærarum og vaksnum annars at tosa við børn um óhapp og skaðar - og at vísa á, at børn saktans kunnu gera góðan mun.

Tað er Betri Trygging, sum hevur latið sangin gera sum ein part av barnauniversinum, ið júst snýr seg um børn, fyrstuhjálp og tryggleika.
Orð: Eydna Skaale í samráð við Reyða Kross Føroya
Lag: Jensina Olsen
Tónleikarar: Jensina Olsen, Johannes Hellbo Olsen og Bjarni Jøkladal
Lagt til rættis: Jensina Olsen og Johannes Hellbo Olsen
Ljóðbland og framleiðsla: Johannes Hellbo Olsen
Framleiðslustjóri: Eydna Skaale
Myndir: Erla Rajani Ziskasen
Útgáva: Tutl

Lurta eftir Fyrstuhjálparsanginum

Jensina (Tita og Treysti)
Fyrstuhjálparsangurin

Útgivið 30. September 2026 av Plátufelagnum Tutl

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

22 tímar síðan

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Ferðast lands­stýr­is­fólkini ov nógv?

20 minuttir síðan
Fótbóltur

Messi hevur keypt spanskt felag

46 minuttir síðan
Tíðindi

Sjampanjuvínbarr í Nólsoyarstovu

1 tími síðan
Tíðindi

Nú tað rekur hart á kíkin – hvussu leingi kann hetta halda fram?

1 tími síðan
Tíðindi

Lesandi kunnu nú forvinna meira

1 tími síðan
Tíðindi

Minni umsiting og skjótari hjálp

2 tímar síðan
Tíðindi

Amnesty: Broytingar í fosturtøkulógini eru eitt afturstig

2 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Landsliðið tíðindafund og venjing

2 tímar síðan
Hondbóltur

Saman um barnahondbóltin

2 tímar síðan
Tíðindi

Hesi fingu M.A. Jacobsens virðislønir í ár

3 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Virðislønir M.A. Jacobsens 2026

3 tímar síðan
Tíðindi

Vil vita hvussu nógv­ir út­lend­ing­ar fáa fiska­virk­is­stuðul

3 tímar síðan