info
Ongi úrslit
© Myndir: Álvur Haraldsen
Virðislønina fyri yrkisbókmentir fingu Annika Kunoy Im og Tóra Effersøe Mortensen fyri bókina „Tað, sum eftir er – smakkir úr og søgur um avroð“.

Hesi fingu M.A. Jacobsens virðislønir í ár

Suni Merkistein, Trygvi Danielsen, Urd Johannesen, Annika Kunoy Im og Tóra Effersøe Mortensen vórðu í dag heiðrað við M.A. Jacobsens virðislønum 2026. Hvør virðisløn er 75.000 krónur.

Eirikur Lindenskov
1. oktober 2026 kl. 18:45

Tórshavnar kommuna handaði í dag M. A. Jacobsens virðislønir 2026. Virðislønir vórðu latnar fyri fagrar bókmentir, yrkisbókmentir, barnamentan og annað mentanaravrik.

Danny Danielsen, pápi Trygva, tekur ímóti virðislønini hansara vegna

Trygvi Danielsen fekk virðislønina fyri fagrar bókmentir fyri skaldsøguna „hey :) tað metamodernistiska dómadagsmanifestið anno domini MMXXV et in futurum“.

Í grundgevingini verður bókin lýst sum ein dystopisk søga um einsemi og ráðaloysi hjá ungum dreingi, sum situr í einum kjallara framman fyri telduna dag og nátt. Teksturin er settur upp sum kjattboð, og bókin viðger millum annað talgild sambond og vreiði hjá ungum dreingjum, sum hava ilt við at finna sítt pláss í samfelagnum.

Dómsnevndin heldur, at bókin er listaliga væl hugsað og gjørd og „rakar beint inn í samtíðina“.

Avroðini fáa hægri tign

Virðislønina fyri yrkisbókmentir fingu Annika Kunoy Im og Tóra Effersøe Mortensen fyri bókina „Tað, sum eftir er – smakkir úr og søgur um avroð“.

Bókin viðger føroyska matmentan og avroð, og sambært grundgevingini fáa avroðini, sum í dag ofta verða lítilsmett, hægri tign í bókini.

Søgurnar snúgva seg millum annað um samanhald, burðardygd og føroyskar siðvenjur. Bókin sameinir tekst, myndir og uppskriftir og skal geva lesaranum íblástur til at gagnnýta tilfeingi, sum annars í stóran mun endar sum burturkast.

Dómsnevndin heldur, at bókin bæði ríkar siðbundnu føroysku mentanina og letur eyguni upp fyri tí ríkidømi, sum longu er rundan um okkum.

Elsa Berg, borgarstjóri, handaði Urd Johannesen virðislønina

Ferð til Kongurvág gav virðisløn

Urd Johannesen fekk M.A. Jacobsens virðisløn fyri barnamentan fyri bókina „Ferðin til Kongurvág“.

Bókin snýr seg um Ólav, sum er upptikin av Minecraft, men sum samstundis stríðist við ótta og marru.

Í talgilda heiminum hevur hann tamarhald á støðuni, men í sínum egna innara heimi er støðan ein onnur. Tá ein eiturkoppur byrjar at tosa, verður latið upp fyri einum hugflogsríkum heimi, har Ólavur verður noyddur at standa ímóti tí, sum ræðir hann.

Dómsnevndin sigur, at bókin flættar Minecraft, hugflog og barnsins innara lív saman og vísir, at dirvi ikki merkir at vera uttan ótta, men at halda fram hóast óttan.

Silja Eystberg hevur myndprýtt bókina.

Elsa Berg, borgarstjóri, handaði Suna Merkisstein virðislønina

Suni Merkistein heiðraður fyri mentanaravrik

Virðislønina fyri annað mentanaravrik fekk Suni Merkistein fyri sínar mongu mentanarsendingar og frásagnir í Kringvarpi Føroya.

Í grundgevingini verður arbeiðið hjá honum lýst sum týðandi og virðismikil dokumentarisma við stórum samfelagsligum virði.

Sendingarnar hjá Suna Merkistein hava varpað ljós á søguligar, mentanarligar og listaligar varðar í føroyska samfelagnum og eru við til at varðveita mál, mentan, siðaarv og føroyskan samleika.

Myndir: Virðislønir M.A. Jacobsens 2026

Eisini málið og frásagnarkynstrið verða drigin fram.

– Við síni eyðkendu rødd, stóra orðfeingi og dárandi kynstri at siga søgur hevur Suni Merkistein í áratíggju rúnabundið og ríkað føroyingar, stendur í grundgevingini.

M. A. Jacobsens virðislønirnar eru 75.000 krónur hvør.

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

20 tímar síðan

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Amnesty: Broytingar í fosturtøkulógini eru eitt afturstig

14 minuttir síðan
Fótbóltur

Landsliðið tíðindafund og venjing

17 minuttir síðan
Hondbóltur

Saman um barnahondbóltin

23 minuttir síðan
Myndasøvn

Myndir: Virðislønir M.A. Jacobsens 2026

1 tími síðan
Tíðindi

Vil vita hvussu nógv­ir út­lend­ing­ar fáa fiska­virk­is­stuðul

1 tími síðan
Tíðindi

Lønarfyrisitingin verður miðsavnað á Gjaldstovuni

1 tími síðan
Tíðindi

Mentanin sleppur undan stóru sparingunum

3 tímar síðan
Hondbóltur

HM fyri felagslið: Füchse Berlin endaði á fimta plássinum

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggja vaktarskipið skal kunna verja føroyskar sjókaðalar

3 tímar síðan
Tíðindi

Sev 80 ár í dag

4 tímar síðan
Tíðindi

ST vil hava USA at gevast við royndini at avrætta Christu

4 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis vann Slovakia á Kasakstan í okkara bólki

4 tímar síðan