info
Ongi úrslit

Amnesty: Broytingar í fosturtøkulógini eru eitt afturstig

Amnesty International Føroyar finst hvassliga at uppskotinum um at broyta nýggju fosturtøkulógina. Felagsskapurin heldur, at kravd ráðgeving, fimm daga bíðitíð og krav um foreldrasamtykki hjá teimum undir 18 ár skerja sjálvsavgerðarrættin hjá kvinnum og gentum.

Eirikur Lindenskov
1. oktober 2026 kl. 19:33

Amnesty International Føroyar heitir á Løgtingið um ikki at samtykkja fleiri av broytingunum, sum eru skotnar upp í nýggju fosturtøkulógini.

Lógin kom í gildi 1. juli í ár. Broytingaruppskotið varð lagt fram av Steffani Klein Poulsen 10. september og hevði fyrstu viðgerð í Løgtinginum 24. september. Málið er nú í Rættarnevndini.

Amnesty heldur, at galdandi lóg var eitt stórt framstig fyri rættindini hjá kvinnum og gentum, og at fleiri av broytingunum nú fara øvugtan veg.

– Verða broytingarnar samtyktar, er talan um eitt greitt afturstig fyri rættindini hjá gentum og kvinnum, skrivar Amnesty Føroyar.

Ímóti kravdari bíðitíð

Eitt av uppskotunum, sum Amnesty serliga finst at, er krav um ráðgeving bæði undan og eftir fosturtøku.

Harumframt verður skotið upp, at fimm dagar skulu ganga frá ráðgevingini, til fosturtøkan í fyrsta lagi kann fremjast.

Amnesty tekur undir við, at kvinnur skulu hava atgongd til haldgóða, heilsufakliga og óhefta ráðgeving, men heldur, at ráðgevingin skal vera eitt tilboð og ikki eitt krav.

Felagsskapurin heldur heldur ikki, at heilsufaklig grundgeving er fyri kravdari umhugsunartíð.

– Í heila tikið er krav um umhugsunartíð og ráðgeving ein vanvirðing av førleikunum at taka egnar avgerðir og ger seg inn á sjálvavgerðarrættin hjá teimum, ið eru upp á vegin, skrivar Amnesty.

Vil ikki hava krav um foreldraloyvi

Amnesty mótmælir eisini uppskotinum um, at ung undir 18 ár sum meginregla skulu hava loyvi frá foreldrunum til at fáa fosturtøku.

Felagsskapurin vísir á, at kynsligi lógaldurin í Føroyum er 15 ár og spyr, hví rætturin at taka avgerð um viðgongu ikki skal fylgja sama aldursmarki.

Amnesty heldur, at ung skulu hava góðan stuðul og ráðgeving og kunnu hava tørv á foreldrum ella verjum í sambandi við avgerðina. Men felagsskapurin heldur ikki, at samtykki frá foreldrum eigur at vera eitt krav.

Avleiðingin kann sambært Amnesty vera, at ein genta, sum ikki vil fullføra eina viðgongu, verður noydd at gera tað, tí foreldrini nokta henni at fáa fosturtøku.

Finst eisini at broytingum eftir 12. viku

Triðja høvuðsatfinningin snýr seg um møguleikan at fáa fosturtøku eftir 12. viku.

Amnesty vísir á, at uppskotið millum annað strikar møguleikan at fáa fosturtøku eftir 12. viku við atliti at álvarsamari sálarligari sjúku hjá barninum.

Harumframt verður sambært Amnesty møguleikin í bráðfeingis støðum at loyva fosturtøku eftir 12. viku uttan loyvi frá samráðnum smalkaður, so vandi fyri likamligu og sálarligu heilsuni hjá kvinnuni ikki longur í sama mun er grundarlag fyri fosturtøku.

Amnesty heldur, at hetta kann seta heilsuna hjá kvinnum í vanda.

– Vísið álit, setið ikki forðingar

Boðskapurin hjá Amnesty til politikararnar er, at sjálvsavgerðarrætturin hjá kvinnum og gentum eigur at standa í miðdeplinum.

Um politiska ynskið er at fáa talið av fosturtøkum niður, heldur Amnesty, at onnur amboð eiga at verða brúkt.

Felagsskapurin mælir heldur til betri seksualupplýsing og lætta atgongd til góða fyribyrging enn at seta fleiri forðingar fyri kvinnur, sum ynskja fosturtøku.

Amnesty heitir samstundis á limir og onnur um at seta seg í samband við løgtingsfólk og gera vart við teirra mótstøðu móti uppskotinum.

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

20 tímar síðan

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Lesandi kunnu nú forvinna meira

10 minuttir síðan
Tíðindi

Minni umsiting og skjótari hjálp

23 minuttir síðan
Fótbóltur

Myndir: Landsliðið tíðindafund og venjing

55 minuttir síðan
Hondbóltur

Saman um barnahondbóltin

1 tími síðan
Tíðindi

Hesi fingu M.A. Jacobsens virðislønir í ár

1 tími síðan
Myndasøvn

Myndir: Virðislønir M.A. Jacobsens 2026

1 tími síðan
Tíðindi

Vil vita hvussu nógv­ir út­lend­ing­ar fáa fiska­virk­is­stuðul

1 tími síðan
Tíðindi

Lønarfyrisitingin verður miðsavnað á Gjaldstovuni

2 tímar síðan
Tíðindi

Mentanin sleppur undan stóru sparingunum

3 tímar síðan
Hondbóltur

HM fyri felagslið: Füchse Berlin endaði á fimta plássinum

4 tímar síðan
Tíðindi

Nýggja vaktarskipið skal kunna verja føroyskar sjókaðalar

4 tímar síðan
Tíðindi

Sev 80 ár í dag

5 tímar síðan