info
Ongi úrslit

Minni umsiting og skjótari hjálp

Dagfinn Olsen
1. oktober 2026 kl. 20:02

Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2027 verður peningur settur av til verkætlanir, sum skulu einfalda mannagongdir og tænastur í Almannaverkinum. Við raðfestingini vil Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, seta ferð á arbeiðið at minka um umsiting og málsviðgerð og gera tænasturnar lættari atkomuligar.

Skulu vit hava minni umsiting og skjótari tænastur, mugu vit seta orku av til at endurskoða mannagongdirnar og royna nýggjar arbeiðshættir. Hetta er ikki ein raðfesting av meiri umsiting, men av arbeiðinum at minka um hana. Málið er, at starvsfólkini kunnu brúka meiri tíð til at hjálpa fólki, og at tann einstaki fær skjótari og lættari atgongd til røttu hjálpina”, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum.

Peningurin skal brúkast til at endurskoða verandi mannagongdir og royna nýggjar arbeiðshættir, sum kunnu stytta um bíðitíðina og gera tað lættari hjá fólki at fáa ta tænastu, tey hava tørv á.

Fyrsta verkætlanin verður á hjálpartólaøkinum. Her er ætlanin at skipa eina skjótari tænastu, har fólk kunnu fáa hóskandi hjálpartól við heim beinanvegin eftir eina fakliga meting frá einum terapeuti.

Verkætlanirnar skulu vera við til at framtíðartryggja ein skynsaman rakstur og skapa tænastur, sum eru smidligari og lættari atkomuligar. Arbeiðið verður skipað við støði í tørvinum hjá teimum, sum brúka tænasturnar.


Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

21 tímar síðan

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nýggjur fyrstuhjálparsangur til yngri børn

0 minuttir síðan
Tíðindi

Sjampanjuvínbarr í Nólsoyarstovu

30 minuttir síðan
Tíðindi

Nú tað rekur hart á kíkin – hvussu leingi kann hetta halda fram?

35 minuttir síðan
Tíðindi

Lesandi kunnu nú forvinna meira

1 tími síðan
Tíðindi

Amnesty: Broytingar í fosturtøkulógini eru eitt afturstig

1 tími síðan
Fótbóltur

Myndir: Landsliðið tíðindafund og venjing

1 tími síðan
Hondbóltur

Saman um barnahondbóltin

1 tími síðan
Tíðindi

Hesi fingu M.A. Jacobsens virðislønir í ár

2 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Virðislønir M.A. Jacobsens 2026

2 tímar síðan
Tíðindi

Vil vita hvussu nógv­ir út­lend­ing­ar fáa fiska­virk­is­stuðul

2 tímar síðan
Tíðindi

Lønarfyrisitingin verður miðsavnað á Gjaldstovuni

3 tímar síðan
Tíðindi

Mentanin sleppur undan stóru sparingunum

4 tímar síðan