Í dag, hósdagin 1. oktober, eru tað 100 ár síðani, at sangkórið í Betesda ella Betesdakórið sá dagsins ljós. Kórið man vera eitt tað elsta kórið í landinum, og merkisvert er tað, at kórið hevur sungið alla tíðina, síðani tað varð stovnað.
Tað var Eliesar Poulsen, sum tók stig til at stovna kórið. Hann var ættaður úr Gøtu og var nýliga fluttur til Klaksvíkar og í starv hjá J. F. Kjølbro, tá ið hann tók stig til kórið, sum í fyrstuni var mannað við 23 sangarum.
Eliesar stjórnaði kórinum í fimm ár. Í 1931 tók Theodor við Keldu á seg at stjórna kórinum. Hann var ættaður úr Leirvík og kom til Klaksvíkar eftir at hava verið í Havn og gingið í skúla. Theodor var bara 17 ára gamal, tá ið hann varð kórleiðari, og hann stjórnaði kórinum fram til 1958. Í 1964 tók sonur Theodor Jógvan leiðsluna fyri kórinum á seg, og hann var kósleiðari fram til 2010. Tað vil siga, at teir báðir feðgarnir Theodor og Jógvan við Keldu hava stjórnað kórinum í 73 av teimum 100 árunum, sum kórið hevur sungið.
Leygardagin verður 100 ára stovningardagurin hátíðarhildin í Betesda, og tá fer kórið undir leiðslu av Torkili Mørkøre at syngja. Nú eru tað umleið 65 sangarar og spælarar í kórinum.
Í Sosialinum, sum fæst í sølubúðunum og her á netinum, og sum í morgin verður borin haldarunum, er grein um Betesdakórið.