info
Ongi úrslit

Fígging er ein stór avbjóðing fyri vinnuna og fyri landið

At arbeiða frystan fisk í føroyum krevur nógva fígging, tí long tíð gongur frá tí fiskurin verður keyptur, til virkini fáa sølupeningin

info
4. januar 2019 kl. 13:08
Fleiri føroysk virkir arbeiða við at góðska fisk. Flestu teirra keypa frystan fisk, sum tey síðani skera og arbeiða víðari til saltfisk, sum síðani í størstan mun verður seldur til Spania, Italia og Portugal.
Her er talan um eina rættuliga langa tilgongd. Fyrst skal fiskurin keypast – annaðhvørt frá føroyskum skipum, sym frysta umborð ella úr útlondum, fyrst og fremst Noregi – síðani skal hann virkast á føroysku virkjunum. Øll tilgongdin tekur fleiri mánaðir og verður fiskurin so ikki seldur beinanvegin, so má hannliggja á goymslu, til fólk í Suðurevropa aftur fara at eta saltfisk. Tástani koma pengarnir inn fyri vøruna, sumvirkini hava goldið langt frammanundan. -Vit vita væl, at hetta er ein stór avbjóðing hjá føroysku virkjunum, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður við fiskivinnumálum. -Vit hava eisini havt spurningin uppi at venda fleiri ferðir í politisku skipanini, nmen enn hava vit ikki funnið eina loysn, men vit arbeiða víðari við málinum. Talan er um at fáa gjørt eina skipan, so virkini kunnu fáainnflutnings- og útflutningskreditt, sigur lands-stýrismaðurin. Fleiri uppskot hava verið á borðinum millum vinnuna og fiskimálaráðið, men enn er onki avtí komið á mál. Í veruleikanum snýr tað seg um, at pen- ingurin verður læntur virkjunum og so hevur lánveitarin pant í fiskinum, sum so verður inn- loyst, tá ið fiskurin er seldur. Hetta virkar gjøgnum alla skipanina, tí tá ið fiskurin verður keyptur frá føroyskum skipum, so má hann eisini keypast gjaldast beinan- vegin, tí reiðarin skal gjalda hýrur og aðrar útreiðslur so skjótt fiskurin er latin einum keypara. Í onkrum av uppskotunum hevur verið nevnt, at Realurin kundi veitt hesar kredittir og pengatangin hjá ALS er eisini nevndur, men longur er málið ikki komið. -Vit vita, at hetta er átrðkandi og kundi gjørtvirðisøkingina í Føroyum munandi størri, men vit hava ikki funnið leistin enn, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

14 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

Í gjár kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Heiður til ungan LGBT+ drong

2 minuttir síðan
Hondbóltur

Champions League: Liðini hjá Hákuni og Jóhan vunnu á útivølli

19 minuttir síðan
Fótbóltur

Martin og Áki vóru við til at vinna søguligan sigur hjá Mjällby

39 minuttir síðan
Tíðindi

Yvirlýsing frá friðarrørsluni: Raðfesti friðarmentan heldur enn krígsmentan,

59 minuttir síðan
Hondbóltur

Pauli og liðfelagarnir leiktu aftur javnt 29-29 í kvøld

1 tími síðan
Tíðindi

Filmisk styrki í Kringvarpinum

1 tími síðan
Hondbóltur

Elias gjørdi góðan mun hjá THW Kiel seinastu løtuna av dystinum

1 tími síðan
Tíðindi

Fimm starvsdagar á Býarbókasavninum í Havn

2 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: GOG vann greiðan sigur á Kristianstad (Champions League)

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýtt frá Rana: Vit hava gingið

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Tá pengar tryggja politiskt vald

3 tímar síðan
Tíðindi

Almennur fyrilestur: Málførleikar, integratión og avleiðingar av málroyndum

3 tímar síðan