info
Ongi úrslit

Útróður má verjast sum føroyskur siðaarvur 

Jógvan Trondesen Andreasen, formaður í Suðurstreymoyar Útróðrarfelagi letur væl at fiskiskapinum hjá útróðrarflotanum í 2025

Eirikur Lindenskov
4. januar 2026 kl. 19:35

Tíðindaskriv:

Suðurstreymoyar Útróðrarfelag hevði aðalfund leygardagin 3. januar 2026. Eitt av evnunum var útróður sum vinnuvegur, og felagið arbeiðir fyri, at alt skal gerast til tess at verja útróðurin, sum verður mettur sum føroyskur siðaarvur.

 

Suðurstreymoyar Útróðrarfelag

Á aðalfundinum vórðu ymisk viðurskifti hjá útróðrarmonnum í felagnum umrødd. Samstarvið við Tórshavnar havn er framvegis frálíkt, og har verður alt gjørt fyri at umstøðurnar hjá útróðrinum eru best møguligar. Til dømis hevur verið arbeitt við at betra viðurskiftini á Ískeiini, sum í dag eru heilt góð, og útróðrarmenn er væl nøgdir við umstøðurnar.

Samstarvið við Barðið er eisini gott, og í løtuni sær út til, at Barðið, sum heldur til á Vestaru Bryggju í Havn, aftur í ár eisini fer at taka ímóti kruvdum og ókruvdum fiski á frá bátum, sum avreiða á Eiði.

Samskift við myndugleikarnar

Formaðurin í felagnum, Jógvan Trondesen Andreasen, greiddi frá, at felagið hevur samskift við myndugleikarnar um ymisk viðurskifti hjá útróðrarflotanum, og tað samskiftið heldur fram.

- Alt má gerast, soleiðis at útróðurin, sum er ein av okkara siðaarvum, verður varðveiddur, sigur hann. 

Fiskidagar

Tá eingir fiskidagar hjá útróðrarbátum í bólki 5B vórðu eftir um hálvan oktober í fjør, fór Suðurstreymoyar Útróðrarfelag at arbeiða fyri, at óbrúktir fiskidagar vórðu fluttir, soleiðis at menn í bólki 5B aftur kundu fara til útróðrar. Felagið bað ongantíð mydugleikarnar um at uppfinna fisk ella dagar, men bara um at javnstillast við aðrar bólkar, har dagar kunnu flytast millum ár og bólkar o.s.fr. Víst varð beinanvegin á, at avgerð mátti takast skjótt, tí lítið var eftir at árinum. 

Tað eydnaðist at fáa nakrar dagar aftrat, og tað kom eisini nøkrum útróðrarbátum væl við.

Jógvan Trondesen Andreasen, formaður í Suðurstreymoyar Útróðrarfelagi letur væl at fiskiskapinum hjá útróðrarflotanum í 2025. 

- Eg haldi talan vera um eitt gott ár, har fiskiskapurin var góður, og prísurin var eisini góður, heldur hann.

Suðurstreymoyar Útróðrarfelag er eitt virkið felag, og á aðalfundinum, sum var á Hotel Tórshavn í gjár, leygardagin, vórðu umboð fyri 32 bátar meldaðir til. Út við fjøruti limir eru í løtuni í felagnum.

Myndin er ikki tøk

Sum heild var talan um ein góðan aðalfund. 

​Eingin í nevndini stóð fyri vali, so manningin verður tann sama komandi árið: Jógvan Trondesen, formaður, Sámal Lindenskov, Doru Tiberio á Torvlaðnum og Ragnar Hentze.

 

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

Í gjár kl. 16:21

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

7 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nú tørvast skaldaljóð

39 minuttir síðan
Tíðindi

Lerwick vísir áhuga fyri nýggju Íslandsrutuni

2 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: - Samrøðurnar millum USA og Russland broyttu einki

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan: Átaks­ráð­ið um­røtt net­trygdar­støðuna við PHP

2 tímar síðan
Lesarabrøv

5.000 krónur loysa ikki ein trupulleika, sum varir alt árið!

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Nei Sirið – argument mangla ikki

3 tímar síðan
Tíðindi

Útgivið vísindaliga grein um lívið eftir bróstkrabba

4 tímar síðan
Tíðindi

Russland og Ukraina útflýggja hvørjum øðrum deyð herfólk

4 tímar síðan
Tíðindi

Supertyfon elvir til 10 metra høgar aldur

4 tímar síðan
Tíðindi

Sp/f Thorfinn Nielsen yvirtekur VatnOrku

4 tímar síðan
Tíðindi

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

7 tímar síðan
Tíðindi

Skatturin kann hækka av sær sjálv­um 100-300 kr um mánaðin

7 tímar síðan