info
Ongi úrslit

Tórshavnar havn skal ikki gjalda fyri sparingar hjá landinum

Tað er bæði illa umhugsað og óvanliga stuttskygt av landsstýrismanninum í samferðslumálum, tá hann ætlar at avtaka rættin hjá kommunum at áseta havna-, vøru- og brúgvagjøld fyri tænastur til Strandfaraskip Landsins

Elsa Berg
6. oktober 2026 kl. 18:49

Tað er bæði illa umhugsað og óvanliga stuttskygt av landsstýrismanninum í samferðslumálum, tá hann ætlar at avtaka rættin hjá kommunum at áseta havna-, vøru- og brúgvagjøld fyri tænastur til Strandfaraskip Landsins.

Í Tórshavnar havn fara hesar inntøkur til at tryggja og betra tænastuna, og til íløgur í uppraðfestingar. Síðan aldarskiftið eru íløgur gjørdar fyri næstan 800 mió. kr.

• Nýggj høvuðsbryggja við rampu

• Eyka rampa við havnarskrivstovuna

• Ferðafólkatornið

• Dýping við Tinganes

• Atløgupláss til Nólsoyarskip

• Atløgupláss til Erlu Kongsdóttir

• Skansabryggjan, ið veitir atløgutrygd

 

Inntøkurnar rinda eisini fyri beinleiðis tænastuveitingar og viðlíkahald, ljós, asfalt og rakstur. Størsta tænastan av hesum er atløgutrygdin. Tað eru altíð tvey pláss tøk til Smyril, umframt at Bursatangi er tøkur til Nólsoyarleiðina.

Tað er heldur eingin loyna, at virksemið hjá Smyrli tekur nógv pláss á landi, har eitt stórt øki er sett av til bilar. 

Hetta eru alt tænastur, ið Tórshavnar kommuna tekur ábyrgd av, og sum eru til gagns fyri alt Føroya fólk. Vit lata enntá Strandfaraskipum Landsins ein avsláttur á 65%.

Landið væntar eina sparing á 7 mió. kr., um uppskotið vinnur frama. Av hesum missir Tórshavnar havn yvir 6 mió. kr., ið er yvir 7% av inntøkunum. Peningur, ið fer at mangla í, tá framtíðaríløgur og viðlíkahald skulu raðfestast. 

Landsstýrismaðurin tykist at hava gloymt orðatakið "Vilt tú valda, mást tú gjalda". Hetta hevur landið gjørt á Krambatanga, har ein landshavn er bygd, sum verður rikin av landinum. Í Havn er tað Tórshavnar havn sjálv, ið rindar fyri allar útbyggingar og allan rakstur. Tí er samanberingin millum Krambatanga og Tórshavnar havn heilt burturvið. 

Uppskotið hjá landsstýrismanninum er tað umvenda av at taka ábyrgd. Heldur enn at finna sparingar á sínum egna øki, ætlar hann við einum pennastroki at flyta almennar útreiðslur til kommunurnar, sum um vit vóru ein sjálvtøka.

Væntar landsstýrismaðurin veruliga, at hann kann fáa ókeypis tænastur frá Tórshavnar havn? 

Landsstýrismaðurin ger hetta uttan hoyringar og uttan atlit til at Innlendismálaráðið í 2009 staðfesti, at eitt líknandi uppskot var at meta sum ognartøka og at vera í stríð við § 73 í grundlógini.

Eg fari at heita á landsstýrimannin um at taka hetta illa umhugsaða uppskotið aftur alt fyri eitt.

Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

20 tímar síðan

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

Í gjár kl. 23:14

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Nú fer gongd á oljuleiting aftur

32 minuttir síðan
Hondbóltur

European League: Valur tapti í Slovenia - Bjarni syrgdi fyri 12 málstigum

39 minuttir síðan
Fótbóltur

Tað endaði við stórum vónbroti

2 tímar síðan
Tíðindi

Septembur 2026 – næstan sum hann eigur at vera

4 tímar síðan
Tíðindi

Stella Polaris kappingin hildin í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla

4 tímar síðan
Tíðindi

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

5 tímar síðan
Tíðindi

Meiri ferð á føroyska búskapinum í fjør

5 tímar síðan
Fótbóltur

Heini er millum teir fyrstu ellivu í dag

6 tímar síðan
Tíðindi

Ísland økir alivinnuna við rúkandi ferð

7 tímar síðan
Tíðindi

Marco Rubio: - Ísland er sentralt fyri trygdina her norðuri

7 tímar síðan
Tíðindi

Nærum 2,8 milli­ard­ir í av­lopi á gjalds­javnanum

8 tímar síðan
Fótbóltur

Eyðun kennir seg næstan sum heima

8 tímar síðan