Í dag hevur danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, fýlst á, at finski forsetin, Alexander Stubb og norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, hava tosað við russiska forsetan, Vladimir Putin.
- Eg eri ógvuliga ivingarsom um norska og finska eginátakið, sum hon kallar tað. Hon leggur aftrat, at hetta var eitt eginátak, sum ikki var samskipað við onnur sameind lond.
Í norskum miðlum í dag hevur norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, víst aftur tí, sum Mette Frederiksen sigur um, at hetta var eitt eginátak hjá honum og finska forsetanum.
Nú váttar eisini finski forsetin, Alexander Stubb, at øll týdningarmikil sameind lond - íroknað Danmark - fingu at vita um samrøðuna við russiska forsetan, Vladimir Putin, frammanundan.
- Telefonsamrøðan varð gjørd í samráð við Ukraina, og fyri samrøðuna fingu okkara týdningarmiklu sameindu - eisini Norðurlond - at vita um samrøðuna.
Finski forsetin segði í røðu í Norðurlandaráðnum í Helsingfors í dag, at eftir telefonsamrøðuna við russiska forsetan vórðu londini eisini kunnað um tað, sum samrøðan snúði seg um.
Alexander Stubb legði aftrat, at Jonas Gahr Støre eisini tosaði við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, í ein hálvan tíma eftir samrøðuna við russiska forsetan.
- Samrøðan við Putin, forseta, var professionell og beinleiðis, segði finski forsetin í røðu síni í Norðurlandaráðnum í dag.