Fuglur
Seinastu tíðina hevur ein fiskiørn hildið til við Hálsavøtnini á Sandoynni.
Jóan Petur Petersen hevur verið heppin og hevur tikið fleiri góðar myndir av ørnini.
Jens Kjeld-Jensen, fuglafrøðingur, sigur, at fiskiørn er skrásett at vera sædd í Føroyum einar 14-15 ferðir síðan í 1800-talinum, men hugsandi er, at aðrar eru sæddar gjøgnum tíðirnar, sum ikki eru skrásettar.
Fuglafrøðingurin vísir á, at síðan 1950 eru 10 fiskiørnir skrásettar at vera sæddar í Føroyum.
- Fuglurin byggir reiðir í eitt nú Skotlandi, men flytir síðan suðureftir, tá ið heystið kemur og er burtur um veturin.
Um veturin heldur fuglurin til í eitt nú Afriku og Suðurameriku.
Jens Kjeld-Jensen sigur, at tvær av fiskiørnunum, sum skrásettar eru í Føroyum, vóru ringmerktar í Svøríki.
Eingin vandi
- Ørnin hoyrir til bólkin av rovfuglum, men livir næstan 100% av fiski. Fiskiørnin í Sandoynni er tí ikki til vanda fyri høsn, dunnur, gæs og heiðafugl annars.
Hann sigur, at tað er bara ein spurningur um tíð, nær fuglurin flýgur burtur aftur.
- Eg havi skilt á fólki, at fiskiørnin hevur tikið síl á vatninum, og ivaleyst man hon hava fingið mettuna hesar dagarnar. Annars hevði hon longu verið rýmd, sigur fuglafrøðingurin.
Fiskiørn er nógv minni enn eitt nú havørn, sum eisini er sædd í Føroyum gjøgnum tíðirnar, men ikki so ofta sum fyrrnevnda.
Ein meistari
Fiskiørnin er ein meistari í at veiða fisk. Vanliga hongur fuglurin stillur í luftini, einar 25 metrar yvir vatnflatuni. Hon sær væl, og tá hon fær eyga á ein fisk, stoytir hon seg niður. Í evstu løtu, áðrenn hon rakar vatnið ella sjógvin, leggur hon veingjarnar aftrat kroppinum og kavar.
Sagt verður um fuglin, at hann serliga tekur fisk, sum liggur um einar 20-40 sentimetrar, men fiskiørnin kann eisini taka fisk, sum er størri enn hetta.
Fiskiørn á Hálsavøtnum Fiskiørn á Hálsavøtnum
- Fiskiørn hoyrir til bólkin av rovfuglum, men livir næstan 100% av fiski. Hon er tí ikki til vanda fyri høsn, dunnur, gæs og heiðafugl annars, sigur Jens Kjeld-Jensen
info
Vilmund Jacobsen
23. apríl 2008 kl. 15:09
Mest lisið hesa vikuna
Leitaði eftir einum analfabeti hjá Búskaparráðnum
17. september kl. 20:47
Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm
17. september kl. 23:31
14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík
18. september kl. 19:15
Hesi eiga Varðan – og hesi sita nú við borðendan
18. september kl. 12:21
Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út
Í gjár kl. 18:15
Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur
19. september kl. 22:26
Fleiri tíðindi
Fótbóltur
Jørgen avloysir Páll
0 minuttir síðan
Tíðindi
Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara
5 tímar síðan
Tíðindi
HB váttar: Mikkjal Thomassen er nýggjur venjari
6 tímar síðan
Tíðindi
Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón
6 tímar síðan
Fótbóltur
VIDEO: Andrias ætlar at enda ovarlaga í Nations League bólkinum
7 tímar síðan
Tíðindi
Mikkjal Thomassen er nýggjur HB-venjari
7 tímar síðan
Tíðindi
Listapýði í Posthúskjallaranum
7 tímar síðan
Tíðindi
Vil kanna hvussu skatturin rakar tey við lágum inntøkum
7 tímar síðan
Tíðindi
Hetta merkir nýggja Grønlandsavtalan
8 tímar síðan
Hondbóltur
Teis sendi Paula og Jákup úr steypakappingini - GOG tapti í Sønderborg
8 tímar síðan
Lesarabrøv
Føroyar mugu ikki elta Europa
8 tímar síðan
Tíðindi
Maria vann tvær filmsvirðislønir sama dag
8 tímar síðan