info
Ongi úrslit

Vil kanna hvussu skatturin rakar tey við lágum inntøkum

Sámal Petur í Grund vil hava landsstýrið at kanna skattaviðurskiftini hjá lág- og miðalløntum og koma við uppskotum um eina rættvísari skattaskipan.

Eirikur Lindenskov
22. september 2026 kl. 21:45

Hvussu rakar verandi skattskipan pensjónistar, láglønt og aðrar borgarar við avmarkaðum inntøkum?

Tað vil Sámal Petur í Grund vegna Sjálvstýri hava lýst í eini frágreiðing. Í uppskoti til samtyktar, dagfest 22. september, verður heitt á landsstýrið um at kanna, hvussu kommunu- og landsskatturin ávirkar hesar bólkar.

Frágreiðingin skal eisini hava ítøkilig tilmæli um, hvussu skattaskipanin kann gerast meira rættvís, serliga fyri pensjónistar og lág- og miðallønt.

Í viðmerkingunum til uppskotið verður serliga víst á kommunuskattin. Uppskotsstillarin heldur, at skipanin við einum føstum skattaprosenti rakar fólk við lágum inntøkum serliga hart.

Hann samanber við Danmark, har persónsfrádráttur og javningarskipanir sambært viðmerkingunum hava við sær, at fólk við lágum inntøkum rinda minni í kommunuskatti.

Eisini verður víst til tøl frá Hagstovu Føroya. Sambært tølunum, sum verða endurgivin í uppskotinum, eru 51,8 prosent av støkum fólkapensjónistum í fátækraváða.

Sámal Petur í Grund heldur, at hetta krevur politiska atgerð. Hann metir skattaskipanina vera eina týðandi orsøk til, at nógv eldri og láglønt hava trupult við at fáa endarnar at røkka saman.

Uppskotið ásetur ikki ítøkiligar skattabroytingar. Endamálið er at fáa eina gjølliga kanning og tilmæli um broytingar, sum kunnu bøta um fíggjarligu støðuna hjá teimum, ið hava minst at liva av.

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

Í gjár kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Andrias ætlar at enda ovarlaga í Nations League bólkinum

10 minuttir síðan
Bráðtíðindi Bráðtíðindi Bráðtíðindi Bráðtíðindi Bráðtíðindi Bráðtíðindi
Tíðindi

Mikkjal Thomas­sen er nýggj­ur HB-venjari

24 minuttir síðan
Tíðindi

Listapýði í Posthúskjallaranum

27 minuttir síðan
Tíðindi

Hetta merk­ir nýggja Grøn­lands­av­talan

1 tími síðan
Hondbóltur

Teis sendi Paula og Jákup úr steypakappingini - GOG tapti í Sønderborg

1 tími síðan
Lesarabrøv

Føroyar mugu ikki elta Europa

1 tími síðan
Tíðindi

Maria vann tvær filmsvirðislønir sama dag

1 tími síðan
Tíðindi

Løgmaður: Vit vilja stað­festa sjálvs­av­gerð­ar­rætt­ okkara

1 tími síðan
Tíðindi

Maria hevur vunn­ið pitch­virð­i­sløn - og kann vinna meira

1 tími síðan
Myndasøvn

Myndir: Stór venjing á flogvøllinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Illveður við Ísland avlýsir tríggjar vitjanir í Havn

2 tímar síðan
Tíðindi

Stór venjing við 400 luttakarum á flogvøllinum

2 tímar síðan