Trý føroyingalið vóru í kvøld í leiki í áttandapartsfinalunum í donsku steypakappingini í hondbólti hjá monnum. Harímillum var ein føroyingauppgerð.
Í Spar Nord Arena í Slagelse vunnu Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í TTH Holstebro 38-37 á liðnum hjá Jákupi Egholm og Paula Rasmussen, TMS Ringsted aftaná 10 minuttirs longda leiktíð.
Tá 60 minuttir vóru leiktir stóð á jøvnum 32-32.
Jákup skoraði tvey mál upp á fýra málroyndir. Teis var effektivur. Hann skoraði fýra mál upp á fýra málroyndir.
Sydjysk Sparekasse Skansen í Sønderborg taptu Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG 33-38 fyri heimaliðnum, Sønderjyske. Í steðginum var Sønderjyske á odda 19-16.
Óli skoraði fimm mál upp á sjey málroyndir, og hann legði eisini upp til fýra mál.
Í morgin klokkan 17.30 spæla Magnus Árason og liðfelagarnir í Mors-Thy áttandapartsfinalu á útivølli móti Ribe-Esbjerg.
Í annaðkvøld klokkan 19 spæla Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus áttandapartsfinalu á útivølli í Skive. Sama kvøld klokkan 19.30 taka Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í HØJ móti Aalborg á heimavølli í somu kapping.