info
Ongi úrslit

Maria vann tvær filmsvirðislønir sama dag

Ein stórur dagur fyri Mariu Tórgarð – og ein søguligur dagur fyri føroyskan film.

Eirikur Lindenskov
22. september 2026 kl. 20:50

Tíðinsakriv, Filmshúsið:

Maria Tórgarð varð í dag heiðrað tvær ferðir á Nordisk Panorama í Malmö, einum av fremstu filmsfestivalunum og vinnuligu møtistøðunum fyri filmsvinnu í Norðurlondum.

Stuttfilmurin Mammuskepilsið fekk serliga heiðursnevning – Honourable Mention – frá altjóða dómsnevndini í kappingini um Best Nordic Short Film. Millum 19 útvaldar norðurlendskar stuttfilmar varð persónliga og listarliga frásøgnin hjá Mariu tikin fram sum eitt serstakt filmsverk.

Fyrr í dag vann komandi heimildarfilmsverkætlanin Knots hjá Mariu Torgarð DAE Talent Encouragement Award 2026 frá Documentary Association of Europe.

Í grundgevingini varð Maria lýst sum ein djørv og nýggj rødd í altjóða heimildarfilmi.

Dómsnevndin legði dent á, at hon við Knots skjalprógvar eina søguliga løtu í Føroyum, brýtur tøgnina, sum hevur vart í ættarlið, og hevur eina heilt serliga tilgongd til evnið – bæði sum filmslistafólk og slóðbrótari.

Við tveimum sterkum og djúpt persónligum verkum hevur Maria Tórgarð í dag sett bæði seg sjálva og føroyskan film á norðurlendska filmskortið.

Tveir filmar. Tvær altjóða viðurkenningar. Ein stórur sigur fyri føroyska filmslist.

– Hjartaliga tillukku, Maria!

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

Í gjár kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Hetta merk­ir nýggja Grøn­lands­av­talan

27 minuttir síðan
Hondbóltur

Teis sendi Paula og Jákup úr steypakappingini - GOG tapti í Sønderborg

37 minuttir síðan
Lesarabrøv

Føroyar mugu ikki elta Europa

37 minuttir síðan
Tíðindi

Løgmaður: Vit vilja stað­festa sjálvs­av­gerð­ar­rætt­ okkara

1 tími síðan
Tíðindi

Maria hevur vunn­ið pitch­virð­i­sløn - og kann vinna meira

1 tími síðan
Myndasøvn

Myndir: Stór venjing á flogvøllinum

1 tími síðan
Tíðindi

Illveður við Ísland avlýsir tríggjar vitjanir í Havn

1 tími síðan
Tíðindi

Stór venjing við 400 luttakarum á flogvøllinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Jenis krevur svar um koronu­kopp­set­ing­ar

2 tímar síðan
Tíðindi

Heil vika sett av til álvarsamt mál um rán og eldáseting

4 tímar síðan
Tíðindi

Stór venjing á flogvøllinum í Vágum

4 tímar síðan
Tíðindi

USA fær var­andi hern­að­ar­lig rætt­indi í Grøn­landi

4 tímar síðan