Orð og myndir: Dávur Winther
Pætur við Keldu spældi á klaverið hugnaligan tónleik, boðið varð kaffi og okkurt søtt, samstundis sum ein listaframsýning var í einum av uttastu klivanum í kjallaranum.
Hetta var framsýning, sum somu listafólkini - fimm ungar kvinnur: Durita Mohr Askham, Lea J. Magnusmørk, Durita J. Danielsen, Margretha N. Hansen og Guðrið Jacobsen, høvdu gjørt. Framsýningin hongur uppi alla vikuna og kanst tú síggja hana, eins og nýggja snotiliga listaveggin eisini.
Tað er Norðoya Listafelag, sum hevur staðið fyri listprýðingini í samstarvi við listafólkini, og í góðum samstarvi við Býráðið hevur fingið hollan stuðul til hesa serstøku listaverkan, sum rættiliga prýðir um “Listagongina”, sum vit nú kunnu kalla hana.
Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevnd býráðsins helt røðu, sum verður endurgivin her niðanfyri:
List í Posthúskjallaranum
Bygningar og veggir siga ikki nógv í sær sjálvum. Teir eru karmar. Men eins og ein manna-kroppurin hevur tørv á einari sál og einum innihaldi fyri at vera nakað, fyri at kenna nakað og fyri at virka, soleiðis hevur eisini hesin bygningurin, vit nú standa í, tørv á innihaldi, sum vísir, hvar og ikki minst hvørji, vit eru.
Ikoniski bygningurin mitt í býnum er sjónligur, og tað er ringt at koma uttanum hann. Men hesir veggir og hetta rúmið hava eisini tørv á einari sál og innihaldi. Ja, Varpið hevur brúk fyri listini.
Varpið hevur brúk fyri okkum øllum. Og vit fegnast um hvørt fet, hvørt tiltak og hvørja nýggja verkætlan, sum er við til at geva hesum húsinum lív.
Tá ið vit standa onkrum ov nær, kunnu vit verða blindað av tí. Tað kann verða torført at síggja veruleikan og at skilja heildina.
Men stundum skal ikki meira til enn at bakka eitt sindur. At hyggja úr einum øðrum vinkli. Og júst tað eru listaverkini, vit í dag seta sjóneykuna á, eitt gott dømi um.
Í dag eru vit her fyri at fegnast um og takka fyri listina, sum nú prýðir veggirnar í smølu gongini í Posthúskjallaranum.
Gongin er long og smøl og hevði upprunaliga bara eina uppgávu: at flyta okkum úr einum staði til eitt annað.
Men nú hevur hon fingið eitt andlitslyft. Veggirnir eru vorðnir litfagrir og lýsa ymiskar støður, søgur og hugmyndir.
Okkara lokalu listakvinnur, Durita Mohr Askham, Margretha Nystrøm Hansen, Lea Jógvansdóttir Magnusmørk, Guðrið Jacobsen og Durita Jógvansdóttir, hava hvør sær sett sítt serliga fingramerki á rúmi, vit kunna kalla, listagongin.
Málningarnir eru ymiskir. Vit síggja menniskjakroppar, fagrar formar og vinklar, himmalskýggj við ljósglottum, andlit og kettur í ymiskum litum.
Men hóast myndirnar eru ymiskar, hava tær nakað til felags. Tær hava eitthvørt við lívið at gera.
Líka so ymisk, sum vit eru, og líka so samansett, sum samfelagið er, kunnu hesir málningarnir síggjast sum ein mynd av okkara fjølbroytni og ymiskleika.
Tað skapandi ger nakað serligt við okkum. Vit verða hugbundin – vit verða nærverandi.
Tit, sum skapa, duga at fáa tankar og kenslur úr høvdinum og niður í hendurnar. Tað, sum ikki altíð verður sagt við orðum, kann koma til sjóndar í listini. Tøgn, kroppsmál og tað ósagda í einum truplum sambandi ella í einari truplari løtu kunnu síggjast og lesast í listini.
Tí er tað alneyðugt, at vit sum samfelag geva listini tað pláss, hon hevur tørv á – so hon kann rúmast, mennast og veksa.
Í sanginum Ró hjá Martin Joensen ljóðar eitt ørindi soleiðis:
Sólskintøgn yvir okkum nú,
Luftin fevnandi mjúk,
Einsamøll, livandi, eg og tú,
Ósøgdu orðini siga mær alt.
Eg haldi, at hesi orðini passa væl til tað, vit síggja her í dag. Tí listin sigur okkum ofta nakað, sum orð ikki megna.
Góðu tit!
Sjálv eri eg ikki sørt errin av, at vit hava fingið fimm lokalar kvinnur at vísa sítt dugnasemi her. Onkrar ungar og spírandi, aðrar við eitt sindur meira av royndum – men allar við hvør sínum eyga, sínum úttrykki og síni søgu.
Vónandi hava tit hugnað tykkum og trivist í hesum umhvørvinum, og vit eru sera takksom fyri, at tit hava játtað at vera við.
Vit vóna eisini, at tit fáa góðar og jaligar afturmeldingar frá teimum, sum vitja Varpið og ganga gjøgnum hesa gongina.
Tað serliga við hesi framsýningini er eisini, at listin møtir okkum júst har, sum vit ferðast framvið. Vit noyðast ikki inn í eitt serligt framsýningarhøli fyri at finna hana. Hon er mitt í gerandisdegnum, á veg úr einum stað í annað. Og kanska er tað júst har, listin hevur eina av sínum týdningarmestu uppgávum. At fáa okkum at steðga á eina løtu, hyggja umaftur og síggja nakað, sum vit annars høvdu gingið framvið.
Nøkur samfeløg eru smá og harvið trong. Okkara samfelag er lítið og tí ikki so víttfevnt.
Men vit kunnu velja, hvussu vit síggja upp á tað.
Vit kunnu velja at bakka eitt sindur. Hyggja úr einum øðrum vinkli. Síggja nakað, vit ikki sóu frammanundan. Og síðani rúma og lyfta okkum uppum – og njóta og fevna tað, vit hava, og tað, vit síggja.
Og kanska er tað júst tað, listin kann hjálpa okkum við.
At steðga á. At hyggja. At kenna. Og at síggja nakað nýtt.
Stóra takk til Norðoya Listafelag, sum hevur verið stigtakari til verkætlanina List í Posthúskjallaranum.
Og stóra takk til tykkum, sum hava lagt tíð, orku og skapandi mátt í hesa verkætlanina. Við hesum hevur ein vanlig gongd fingið eitt nýtt lív- og samstundis givið listini eitt nýtt rúm mitt í býnum.
Takk fyri.
Fimm ungar listakvinnur – frá vindtru: Durita Mohr Askham, Lea J. Magnusmørk, Durita J. Danielsen, Margretha N. Hansen og Guðrið Jacobsen, sum hava gjørt hvør sýtt serstaka og áhugaverda listaverk í Listagongini í kjallaranum í Posthúsinum.