Nýggja verjuavtalan flytur avtaluna frá 1951 inn í 2026. Soleiðis lýsti Jens-Frederik Nielsen, formaður í Naalakkersuisut, avtaluna eftir undirskrivingina.
Sambært yvirlitinum hjá Danmarks Radio eru hetta høvuðspunktini:
Tvær nýggjar herstøðir
USA fær loyvi til at stovna nýggjar herstøðir við Narsarsuaq í Suðurgrønlandi og Mestersvig á eysturstrondini. Amerikanarar fáa eisini loyvi til at nútímansgera og víðka virksemið á Pituffik Space Base í útnyrðingspartinum av Grønlandi.
Fleiri verjuøki kunnu koma afturat, men tað krevur semju við Danmark og Grønland.
Golden Dome er við
Avtalan nevnir amerikansku ætlanina um Golden Dome. Talan er um eina stóra missilverjuskipan, sum skal virka sum eitt verjuskjøldur. Ætlanin hevur verið, at partar av skipanini skulu vera í rúmdini og aðrir á jørðini, skrivar DR.
Sjálvsavgerðarrætturin verður staðfestur
Avtalan staðfestir rættin hjá grønlendska fólkinum til sjálvt at gera av sína framtíð.
Verður Grønland sjálvstøðugt, skulu danska stjórnin og grønlendska landsstýrið tó tryggja, at nýggi staturin gevur tilsøgn um at halda fram í NATO og tekur rættindini og skyldurnar í verjuavtaluni á seg.
Avmarkingar á útlendskar íløgur
Avtalan setur avmarkingar fyri ávirkan hjá statum og íleggjarum úr londum uttan fyri NATO, samstarvslondini hjá NATO og ES í serliga viðkvomum geirum í Grønlandi. Hetta snýr seg um virksemi, sum kann hótta tjóðartrygdina ella almenna skipan.
Eingin endadagur
Avtalan hevur ongan endadag og kann bert broytast við felags samtykki. Hon skal eisini halda fram, um Grønland verður ein sjálvstøðugur statur.