info
Ongi úrslit

Spenningur um fyrstu fíggj­ar­lóg­ina hjá nýggja lands­stýrinum

Løgmaður hevur lovað yvirskot. Í dag verður greitt, hvørjar sparingar og nýskipanir landsstýrið ætlar at fremja næsta ár.

Eirikur Lindenskov
30. september 2026 kl. 08:00

Klokkan 9.45 í dag verður fíggjarlógaruppskotið fyri 2027 lagt fyri Løgtingið. Hetta er fyrsta fíggjarlógaruppskotið hjá nýggja landsstýrinum.

Klokkan 10 verður framløga í Smæruni, har Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, leggur uppskotið fram fyri tíðindafólki og øðrum áhugaðum.

Løgmaður hevur lovað, at yvirskot skal vera á fíggjarlógini. Tí er stórur spenningur um bæði tølini á botnlinjuni og tær raðfestingar, sum skulu tryggja lovaða yvirskotið.

Áhugin snýr seg eisini um, hvussu landsstýrið ætlar at tryggja haldføri í búskapinum framyvir, og hvørjar nýskipanir fara at síggjast aftur í uppskotinum.

Greitt er til dømis, at landsstýrið ikki ætlar at hækka pensjónsaldurin skjótari enn longu ætlað, soleiðis sum Búskaparmálaráðið hevur víst á sum ein møguleika. Landsstýrið ætlar at halda seg til lógina frá 2018.

Tí verður áhugavert at síggja, hvørji onnur tiltøk landsstýrið leggur upp til fyri at styrkja almenna búskapin.

Ein sparing er longu komin undan kavi. Mentamálaráðið ætlar at spara tríggjar milliónir krónur við at leggja Nám og Undirvísingarstýrið saman.

Við framløguni í dag verður greitt, um fleiri slíkar samanleggingar eru á veg, og hvørjar aðrar sparingar og broytingar landsstýrið ætlar at fremja.

Eftir framløguna skal Løgtingið viðgera uppskotið, áðrenn fíggjarlógin fyri næsta ár verður endaliga samtykt – og av royndum vita vit, at tá kann nógv broytast í mun til tað uppskotið, sum landsstýrismaðurin í fíggjarálum hevur lagt fram.

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

18 tímar síðan

Artur verður fíggjarleiðari

25. september kl. 12:41

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Fregnartænasta: Kim Jong-un vigar um 140 kilo

11 minuttir síðan
Tíðindi

Tveir bilførarar fingu klipp í Kaldbaksbotni

1 tími síðan
Fótbóltur

U21 EM: Føroyar hava eina lítla favorittstøðu

2 tímar síðan
Hondbóltur

Skanderborg-Aarhus vann seg í fjórðingsfinaluna í steypakappingini

8 tímar síðan
Tíðindi

KI-stríðsflogfar vann á royndum flogskiparum

8 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Neistin vendi seinastu løtuna 23-25 til javnleik 25-25

9 tímar síðan
Tíðindi

Latið okkum! - Óli á Grømma talar í Betesda mikukvøldið

10 tímar síðan
Fótbóltur

Spania vann stórsigur - Slovakia vann á Kasakstan í okkara bólki

10 tímar síðan
Tíðindi

Trump vil lata AI-vinnuna seta sínar egnu reglur

10 tímar síðan
Ítróttur

Myndir: WDF Europe Cup 2026 við Tjarnir

10 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Allan og Bjarni vunnu á Magnusi Árasyni í European League

11 tímar síðan
Tíðindi

Føroyskur skald­søgu­klass­ik­ari verð­ur giv­in út í USA og Bretlandi

11 tímar síðan