info
Ongi úrslit
© KCNA/Ritzau Scanpix
Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, vigar umleið 140 kilo, sambært eini suðurkoreanskari fregnartænastu. Savnsmynd

Fregnartænasta: Kim Jong-un vigar um 140 kilo

Suðurkoreanska fregnartænastan metir, at norðurkoreanski leiðarin er í stórum vanda fyri at fáa hjarta- og æðrasjúkur. Eingin tekin eru tó um, at hann hevur heilsutrupulleikar í løtuni.

Eirikur Lindenskov
30. september 2026 kl. 08:33

Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, vigar umleið 140 kilo og er sera ov feitur.

Tað metir ein suðurkoreansk fregnartænasta, sum hevur kannað heilsustøðuna hjá honum úr frástøðu, skrivar tíðindastovan AFP.

Suðurkoreanski tingmaðurin Youn Kun-young legði upplýsingarnar fram mikudagin.

Sambært fregnartænastuni er 42 ára gamli Kim Jong-un í stórum vanda fyri at fáa hjarta- og æðrasjúkur. Umframt ovurvektina verður víst á, at hann roykir illa.

Tænastan leggur tó dent á, at eingin tekin eru um, at hann hevur heilsutrupulleikar í løtuni.

Óvissa um hæddina

Fregnartænastan upplýsir ikki, hvussu høgur Kim Jong-un er. Almennar keldur í Norðurkorea hava áður sagt hann vera 171 sentimetrar, meðan aðrar keldur meta hæddina at vera millum 165 og 170 sentimetrar.

Er hann 171 sentimetrar høgur og vigar 140 kilo, er BMI-talið umleið 48. Eitt BMI á 30 ella meira verður flokkað sum stór ovurvekt.

Heilsan hjá norðurkoreanska leiðaranum hevur leingi verið undir sjóneykuni hjá umheiminum.

Í 2020 sást hann ikki alment í 20 dagar og var heldur ikki við til eina hátíðarløtu í sambandi við føðingardagin hjá deyða abba sínum.

Fráveran elvdi til leysasøgur um, at hann var álvarsliga sjúkur eftir eina skurðviðgerð. Hann kom tó seinni aftur til sínar uppgávur.

Bæði pápi hansara, Kim Jong-il, og abbin, Kim Il-sung, vóru ov tungir og royktu. Báðir doyðu av blóðtøppi í hjartanum.

Fólkið manglar mat

Kim Jong-un hevur verið ovasti leiðari í Norðurkorea síðani 2011.

Landið er sera afturlatið, men av og á koma upplýsingar fram um livikorini hjá fólkinum. Afturvendandi verður greitt frá fátækradømi og matvørutroti hjá stórum pørtum av íbúgvunum.

Fyrr í ár segði Elizabeth Salmon, sum vegna ST fylgir støðuni í Norðurkorea, at matvørutrot er ein høvuðstrupulleiki í landinum, skrivar AFP.

Kim Jong-un hitti amerikanska forsetan, Donald Trump, í hernaðarfría økinum millum Norður- og Suðurkorea í 2019. Savnsmynd. Mynd: Kevin Lamarque/Reuters

/Ritzau/AFP

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

19 tímar síðan

Artur verður fíggjarleiðari

25. september kl. 12:41

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Flogfar sendi út neyðarkall

4 minuttir síðan
Tíðindi

Spenningur um fyrstu fíggj­ar­lóg­ina hjá nýggja lands­stýrinum

1 tími síðan
Tíðindi

Tveir bilførarar fingu klipp í Kaldbaksbotni

1 tími síðan
Fótbóltur

U21 EM: Føroyar hava eina lítla favorittstøðu

3 tímar síðan
Hondbóltur

Skanderborg-Aarhus vann seg í fjórðingsfinaluna í steypakappingini

9 tímar síðan
Tíðindi

KI-stríðsflogfar vann á royndum flogskiparum

9 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Neistin vendi seinastu løtuna 23-25 til javnleik 25-25

10 tímar síðan
Tíðindi

Latið okkum! - Óli á Grømma talar í Betesda mikukvøldið

10 tímar síðan
Fótbóltur

Spania vann stórsigur - Slovakia vann á Kasakstan í okkara bólki

10 tímar síðan
Tíðindi

Trump vil lata AI-vinnuna seta sínar egnu reglur

11 tímar síðan
Ítróttur

Myndir: WDF Europe Cup 2026 við Tjarnir

11 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Allan og Bjarni vunnu á Magnusi Árasyni í European League

11 tímar síðan