Á myndini omanfyri, sum Nes kommuna legði út á sín Facebook-vanga í gjár, sæst tvíkilja hjá SJH í Vestmanna út fyri Saltnesi.
- Arbeitt verður við at leggja eina spillivatnsleiðing út á sjógv - umleið 30 metrar úr landi eftir havbotninum.
Nes kommuna vísir á, at fyrr í summar eru líknandi leiðingar lagdar á Garðsenda og innanfyri Hvítasand.
- Hesi arbeiðir eru liður í at fáa kommunalu spillivatnsleiðingina endaliga fullførda, verður sagt á vanganum hjá Nes kommunu.