Løgreglan tók tveir bilførarar fyri at koyra ov skjótt í Kaldbaksbotni. Annar koyrdi 106 kilometrar um tíman og hin 109. Báðir fáa klipp í koyrikortið.
Eitt minni ferðsluóhapp var eisini í Gásadalstunlinum, har tveir bilar bóru saman.
Sambært løgregluni koyrdu bilarnir ímóti hvørjum øðrum. Annar var steðgaður, men hin bilførarin varnaðist hann ikki nóg væl og bar við bilin.
Eingin fólkaskaði var, og materielli skaðin var lítil.
Løgreglan hevur eisini tikið sjey sett av nummarplátum av bilum ymsastaðni í landinum. Hetta arbeiðið er ikki liðugt enn.