Hetta veit Times of Israel at siga.
Sagt verður, at illgruni var um, at hetta møguliga kundi gerast eitt flográn.
Men, soleiðis var tað ikki.
Hetta vísti seg heldur sambært ísraelskum trygdarkeldum at vera ófriður í flogfarinum.
Ferðafólkaflogfarið hjá felagnum Fly Dubai sendi fyst út eina neyðávaring.
Síðan sendi flogfarið eini boð, sum merkja, at talan kundi vera um flográn ella ólógliga "uppílegging", sum sagt verður.
Flogfarið lendi í Tabuk floghavnini í Saudi Arabia.
Sambært ísraelsku ávísini Haaretz varð neyðarkallið sent eftir eina uppgerð - ella ein samanbrest - millum flogskipararnar í flogfarinum.