Serliga september vísir ein stóran vøkstur. Tá vórðu 112 nýggir persónbilar skrásettir, samanborið við 73 í september í fjør. Tað eru 39 fleiri, ella ein vøkstur upp á 53,4 prosent.
Samlaða skrásetingin av nýggjum akførum er eisini vaksin. Frá januar til september vórðu 1.605 nýggj akfør skrásett, samanborið við 1.388 sama tíðarskeið í fjør. Vøksturin er sostatt 217 akfør, ella 15,63 prosent.
Persónbilarnir standa fyri góðum tveimum triðingum av hesum vøkstrinum.
Eisini fleiri nýggir vøruvognar eru skrásettir. Teir eru 232 í ár móti 217 í fjør, ein vøkstur upp á 6,91 prosent. Skrásetingin av viðfestivognum er vaksin úr 98 upp í 117.
Í september var samlaða talið av nýggjum skrásettum akførum 166 móti 143 sama mánað í fjør. Hóast persónbilarnir vóru munandi fleiri, vóru bæði vøruvognar og viðfestivognar færri enn í september í fjør.