Havnagald er eitt gjald fyri ta tænastu, ið skip fáa við atgongd til eina føroyska kommunala havn, og harvið er tað at rokna sum endurgjald fyri tær rakstrarútreiðslur og íløgur, sum kommunan hevur av at veita hesa tænastu. Henda tænasta fevnir um umsitingina av økinum, soleiöis at kommunan er før fyri at hava eitt ávíst støði til móttøku og avgreiðslu av skipum og tilbúgving o.a.
Í einum Uppriti til landsstýrisfund, dagfest 18. august 2009, frá Innlendismálaráðnum, um at avtaka havnagjald fyri sigling hjá SL á kommunalar havnir í Føroyum, stendur m.a. fylgjandi, brot úr niðurstøðu:
“.... ætlanin at avtaka rættin hjá kommunalu havnunum at uppkrevja havnagjald fyri siglingina hjá SL er heft við álvarsligum løgfrøðiligum trupulleikum av Stýrisskipanarrættarligum slagi, og bæði má metast sum ognartøka í stríði við § 73 í Grundlógini og sum ein avgerð av rættarósemju í stríð við § 1 í Stýrisskipanarlógini og § 3 í Grundlógini. Eisini aðrar fylgjur mugu metast at kunna verða sera óhepnar og ikki standa mát við ta upphædd, ið landið er mett at spara við at avtaka havnagjaldið.”
Í 2004 gjørdi SL avtalu við Tórshavnar Kommunu um skipa- og vørugjøld fyri Smyril og Rituna. Henda avtala tilskilar greitt, hvat SL skal rinda fyri at gera brúk av Tórshavnar Havn. Í hesum sambandi hevur Tórshavnar Kommuna eisini gjørt fleiri útbyggingar á havnaøkinum.
Víðari stendur í uppritinum: “.... Um so er, at Løgtingið samtykkir, at SL ikki longur skal gjalda havnagjald, so er hetta eitt brot á nevndu privat-rættarligu avtalu, og viðførir hetta eisini, at landið skal rinda endurgjald til Tórshavnar Kommunu fyri avtalubrot sambært vanligum endurgjaldsreglum.”
Eg endurtaki við hesum mín boðskap til landsstýrið, hvat Fíggjarlógarlógaruppskotinum 2027 viðvíkur – “haldi fingrarnar burtur frá kommunukassanum hjá Tórshavnar Kommunu!”
Les meira: Upprit til landsstýrisfund um at avtaka havnagjald fyri sigling hjá Strandfaraskipum Landsins á kommunalar havnir í Føroyum
Annfinn Brekkstein
býráðslimur fyri Sambandsflokkin