info
Ongi úrslit

Skjótur vøkstur kann hava ein kostnað fyri hjartað hjá laksi

Nýggj gransking frá Firum bendir á, at skjótur vøkstur kann hava neiliga ávirkan á hjartaheilsuna hjá laksi

Nanný J. Toftegaard
7. oktober 2026 kl. 13:49

Firum skrivar at granskarar hava kannað krúnulívæðrarnar hjá alilaksi á fýra føroyskum alistøðum, tað vil siga æðrarnar, sum veita hjartavøddanum súrevni og føðsluevni. Úrslitini vísa, at skjótari vøkstur hongur saman við meira æðrakálking í hesum æðrum. Æðrakálkingin ger æðrarnar trongri og kann tí minka um blóðveitingina til hjartað. Hetta kann avmarka førleikan hjá hjartanum at arbeiða nóg væl, serliga tá ið fiskurin verður strongdur og hjartað skal arbeiða eyka hart.

Úrslitini benda sostatt á, at tað kann vera neyðugt at finna eina javnvág millum skjótan vøkstur og góða hjartaheilsu.

Greinin er útgivin í altjóða vísindaliga tíðarritinum Aquaculture og er skrivað av Heidi S. Mortensen, PhD lesandi á Firum, saman við føroyskum og útlendskum samstarvsfeløgum. Granskingin er partur av PhD-verkætlanini hjá Heidi S. Mortensen, sum er stuðlað av Firum, Granskingarráðnum, og Danmarks Innovationsfond.

Les meira um kanningina her: Skjótur vøkstur kann hava ein kostnað fyri hjartað hjá laksi

Skjótur vøkstur kann hava ein kostnað fyri hjartað hjá laksi
Myndin vísur seks dømir um hvussu æðrin kann síggja út í mun til æðrakálking: Frá stig 0, ongin æðrakálking, upp til stig 5, nógv æðrakálking.

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

Í gjár kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Fleiri nýggir bilar á føroysku vegunum

0 minuttir síðan
Lesarabrøv

Ognartøka at avtaka havnagjaldið - tað sigur Innlendismálaráðið

1 minuttur síðan
Lesarabrøv

Eyðgunn: Vit mugu eisini fara aftur um tølini

13 minuttir síðan
Tíðindi

Filmsvinnu­ráðið: Vit mugu fylgja menningini

35 minuttir síðan
Tíðindi

90 ára føðingardagur

1 tími síðan
Myndasøvn

Myndir: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2027

2 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: Í minsta lagi 19 dripin í russiskum álopum

3 tímar síðan
Tíðindi

Næstan allir skúlar við í átakinum »SkíggjaSunn«

5 tímar síðan
Tíðindi

Kloakkir í Útibø skulu dagførast

6 tímar síðan
Tíðindi

Støkk-inn koppseting á Sandi í dag

6 tímar síðan
Tíðindi

Barnagarður verður víðkaður við einari eind

6 tímar síðan
Tíðindi

Einki aldurs­mark og eing­in há­marks­ferð fyri el-súkklur

6 tímar síðan