info
Ongi úrslit

Almenn byggisamtykt endurskoðað og góðkend

Høvuðsendamálið við endurskoðanini er at dagføra almennu ásetingarnar í byggisamtyktini, so tær eru í samljóði við bygningskunngerðina, verður sagt í Klaksvíkar kommunu

Vilmund Jacobsen
12. oktober 2026 kl. 16:04

Almenna byggisamtyktin fyri Klaksvíkar kommunu er nú endurskoðað og góðkend.

Vísandi til grein 7 í býarskipanarlógini, sendi Klaksvíkar kommuna hin 30.oktober í fjør Umhvørvismálaráðnum (nú heilsu- og orkumálaráðið) uppskot til endurskoðan av byggisamtyktini fyri Klaksvíkar kommunu til góðkenningar.

Uppskotið lá frammi til viðmerkingar frá 10. juni – 1. juli 2025, og seinasta freist at kæra og viðmerkja uppskotið var 22. juli 2025. Inn kom eitt broytingaruppskot, ið verður viðgjørt sum eitt sjálvstøðugt mál.

- Høvuðsendamálið við endurskoðanini av byggisamtyktini er at dagføra almennu ásetingarnar í byggisamtyktini, so tær eru í samljóði við bygningskunngerðina (BK17), tí ávísingar og loysnir í kunngerðini eru meira viðkomandi og tíðarhóskandi í dag.

Somuleiðis eru nýggjar ásetingar lagdar aftrat almenna ásetignartekstinum, t.d. girðing, lýsing av vegaøki, heimildir viðvíkjandi nýtslu av fríøkjum og grundøkjavídd í samband við útstykkingar og annað.

- Meginparturin av økisásetingunum (økispørtunum) í kommununi eru endurskoðaðir, har reguleringar eru gjørdar í einum størri høpi, t.d. dagføring í mun til BK17, tilvísingar og kort, fjølbroyttar bústaðarloysnir, smærri búeindir og greiðari nýtslulýsing.

Í Klaksvíkar kommunu verður víst á, at onkrar reguleringar eru gjørdar í lendisskipanunum (økispørtunum), millum annað er eitt nýtt øki við ásetingini F3 – frítíðar- og ferðavinnuøki lagt út á Trøllanesi, og nýggir økispartar A34 til frama fyri einum komandi elradepli Úti í Grøv.

- Býarskipanarnevnd Landsins hevur havt málið til viðgerðar og hevur viðmælt ráðnum at góðkenna endurskoðaðu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu. Heilsu- og orkumálaráðið tekur somuleiðis undir við viðmælinum frá býarskipanarnevndini og hevur við heimild í grein 4 í býarskipanarlógini góðkent endurskoðaðu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu.

Meira um hetta kann lesast á www.klaksvik.fo

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

16 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

18 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

SSL skal gjalda: Havnin vil ikki víkja frá avtalu

19 minuttir síðan
Tíðindi

SSL-skip skulu ikki frítakast fyri at gjalda

47 minuttir síðan
Tíðindi

Nato ávarar Russland

1 tími síðan
Fótbóltur

Sjey stig til NSÍ og eitt stig til Skála ÍF

1 tími síðan
Tíðindi

Smyril kann enda á Sundi

1 tími síðan
Tíðindi

Oljan ein ógvuliga tungur postur fyri navigatørarnar

2 tímar síðan
Tíðindi

Setið í verk fíggj­ar­pol­it­isk reglu­verk sum munar

2 tímar síðan
Fótbóltur

B36 fekk fulla úrtøku móti AB

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Vit skulu hava meira frælsi, ikki minni

3 tímar síðan
Tíðindi

Nærum 900 fleiri fólk – men vøkstur er ikki allastaðni

3 tímar síðan
Tíðindi

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

3 tímar síðan
Tíðindi

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

4 tímar síðan