info
Ongi úrslit

Føroyar vunnu stórsigur í málríkum dysti

Føroyar vunnu 41-31 á Belgia í tí fyrra venjingardystinum í høllini á Hálsi

Heri Simonsen
5. januar 2024 kl. 21:05

Føroyska manslandsliðið í hondbólti livdi upp til favorittverdigheitina hjá veddingarfyritøkunum og vann stórsigur 41-31 á Belgia í ti fyrra venjingardystinum í høllini á Hálsi.

Í steðginum vóru Føroyar á odda 19-16. Belgia var á odda 5-3, men tað vendu okkara menn skjótt til eina 9-5 leiðslu.

Í seinna hálvleiki vóru Føroyar greitt omaná, og í seinna hálvleiki fingu okkara menn eisini fitt av málum uppá skjótálop, umframt mong góð mál upp á vælspæld álop.

Pauli Jacobsen stóð væl í málinum, og tað var ógvuliga jaligt, at Føroyar høvdu heili 13 málskjúttar.

Føroyar og Belgia spæla seinna dystin í høllini á Hálsi í annaðkvøld klokkan 19.30.

Málskjúttar: Elias Ellefsen á Skipagøtu 9, Rói Berg Hansen 8, Hákun West av Teigum 6, Teis Horn Rasmussen 3, Tróndur Mikkelsen 2, Kjartan Johansen 2, Allan Norðberg 2, Allan Norðberg 2, Jónas G. Djurhuus 2, Helgi H. Hoydal 1, Ísak Vedelsbøl 1, Vilhelm Poulsen 1, Rói Ellefsen á Skipagøtu 1.


 

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Ísland setur upp radarar, sum finna skip uttan AIS

28 minuttir síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Fróði vil flyta 170 milli­ón­ir úr fyri­sit­ing til vælferð

35 minuttir síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

56 minuttir síðan
Tíðindi

Tríggir bilførarar fingu klipp við skúlan við Gøtugjógv

1 tími síðan
Tíðindi

Løgreglan legði upp í ófrið í Havn

2 tímar síðan
Tíðindi

Føroysk skip fáa meira av íslendskari sild

2 tímar síðan
Tíðindi

Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap

2 tímar síðan
Tíðindi

Vænta nakað av útróðri teir næstu dagarnar

2 tímar síðan
Tíðindi

Tveir bilførarar tiknir fyri illgruna um rúsdrekkakoyring

3 tímar síðan
Tíðindi

Tveir ungir bilførarar fingu koyribann í gjárkvøldið

3 tímar síðan
Tíðindi

Á valdegnum deila tey hundamyndir heldur enn politikk

5 tímar síðan
Fótbóltur

Skráin fyri VFF Cup 2027 er løgd

6 tímar síðan